Aganevndin hjá portugisiska fótbóltssambandinum hevur givið Cristiano Ronaldo leikbann í 30 kalendaradagar og eina bót á 255 evrur, svarandi til slakar 2.000 krónur.
Tað upplýsir sambandið sambært portugisiska miðlinum A Bola.
Leikbannið verður roknað frá 30. september, tá Ronaldo fór úr portugisisku landsliðsleguni í Keypmannahavn. Eingir landsdystir eru í oktober, og tí kann hann vera við móti Danmark og Wales í Nations League í november, um landsliðsvenjarin, Jorge Jesus, tekur hann út.
41 ára gamli Ronaldo fór úr leguni dagin fyri dystin móti Danmark í Parkini. Sambært honum hevði landsliðsvenjarin ikki hildið orð.
Ronaldo bað tó seinni um umbering fyri brádliga at vera farin avstað.
– Tað átti eg ikki at havt gjørt. Ábyrgdin er bara mín, skrivaði hann.
Sambært Ronaldo var undan landsliðssavningini avtalað, at hann skuldi spæla fyrsta og síðsta av teimum fýra dystunum, sum vóru á skránni. Talan var um heimadystirnar móti Wales og Noregi.
Hann spældi móti Wales sum ætlað. Seinni spurdi landsliðsvenjarin sambært Ronaldo, um hann eisini kundi spæla ein hálvan tíma móti Noregi.
Tað játtaði Ronaldo. Hann hitaði upp í seinna hálvleiki, men kom ongantíð á vøllin.
Sambært Ronaldo avtalaðu teir báðir síðani, at venjarin skuldi greiða frá tilgongdini á tíðindafundinum undan dystinum móti Danmark. Tað gjørdi venjarin tó ikki, sigur Ronaldo, sum tí valdi at fara úr leguni.
Ronaldo hevur spælt 234 landsdystir fyri Portugal og skotið 146 mál. Hann hevur áður umboðað millum annað Manchester United og Real Madrid og spælir nú við Al-Nassr í Saudiarabia.
Kelda: Ritzau