info
Ongi úrslit

Víkingur reisti seg ímóti B36

Andreas Lava Olsen var dagsins maður í týðandi 4-2-sigri á einum trilvandi B36-liði.

Pætur Albinus
7. juni 2020 kl. 18:49
Fimti og síðsti dysturin í 6. umfari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Sarpugerði seinnapartin, har Víkingur hevði vitjan av B36. Talan gjørdist um ein málríkan dyst, har serliga nýggi maðurin í Víkinga-uppstillingini, Andreas Lava Olsen, var eyðsýndur og gav trilvandi B36-verjuni stórar trupulleikar. 32 ára gamli kropssterki áleyparin legði Víking á odda bæði 1-0 og 2-1, og hann var eisini maðurin, sum seinni í dystinum tryggjaði Víkingi brotssparkið, ið gav heimaliðnum 4-2-leiðslu. B36 royndi síðstu løtuna at trýsta fyri at minka um munin, men tættari enn eina roynd frá Sebastian Pingel á tvørtræið komu teir ikki, og heimaliðið fór við einum 4-2-sigri avstað við øllum trimum stigunum. Hetta vóru trý tiltrongd stig hjá Víkingi, sum longu hevur snávað nakrar ferðir fyrr í ár, meðan B36 annan dystin á rað mátti av vøllinum við ongum stigi. Les eisini: 18 ára gamal innskiftari tryggjaði KÍ eitt stig Víkingur - B36 4-2 (2-1) 1-0: Andreas Lava Olsen, 20. 1-1: Árni Frederiksberg, 25 (br.) 2-1: Andreas Lava Olsen, 32. 2-2: Eli Falkvard Nielsen, 56. 3-2: Gunnar Vatnhamar, 57. 4-2: Sølvi Vatnhamar, 64. (br.) KÍ - NSÍ 1-1 (0-0) 0-1: Petur Knudsen, 73. 1-1: Jonn Johannesen, 93.
ÍF - AB 4-2 (2-2) 1-0: Jan Ó. Ellingsgaard, 23. (br.) 1-1: Bartal S. Petersen, 26. 2-1: Ari Ó. Ellingsgaard, 29. 2-2: Tóki á Lofti, 32. 3-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 63. 4-2: Jan Ó. Ellingsgaard, 85.
EB/Streymur - Skála 1-0 (1-0) 1-0: Tóki H. Johannesen, 12.
TB - HB 0-1 (0-1) 0-1: Dan í Soylu, 12. ----- Støðan 1. HB, 18 stig 2. NSÍ, 13 stig 3. KÍ, 13 stig 4. B36, 12 stig 5. Víkingur, 11 stig 6. ÍF, 9 stig 7. EB/Streymur, 6 stig 8. AB, 2 stig 9. TB, 1 stig 10. Skála, 1 stig

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

7 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

7 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

1 tími síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

3 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

4 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

5 tímar síðan