info
Ongi úrslit

Venstre niður á 7,1 prosent – DF tvífalt so stórt

Ein nýggj Epinion-máting fyri DR vísir stórar broytingar í styrkislutfallinum millum borgarligu flokkarnar í Danmark. Venstre stendur til bara 7,1 prosent, meðan Dansk Folkeparti fær 14,3 prosent.

Eirikur Lindenskov
18. september 2026 kl. 21:45

Var fólkatingsval í Danmark nú, hevði Venstre fingið 7,1 prosent av atkvøðunum.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR. Síðani seinastu mátingina í august er Venstre farið 2,2 prosentstig aftur. Tað er næstlægsta úrslitið hjá flokkinum í eini Epinion-máting síðani 2008.

Samstundis gongur Dansk Folkeparti fram. Flokkurin hjá Morten Messerschmidt fer úr 12,3 upp í 14,3 prosent og hevur sostatt í mátingini tvífalt so stóra undirtøku sum Venstre.

Tað er ein stór broyting síðani fólkatingsvalið í mars. Tá fekk Venstre 10,1 prosent og var størsti flokkur í bláa blokki. Í nýggju mátingini liggja bæði Dansk Folkeparti, Liberal Alliance, Konservative og Danmarksdemokraterne framman fyri Venstre.

Mátingin kemur eftir innanhýsis ósemju í Venstre. Fimm fólkatingslimir hjá flokkinum, teirra millum Søren Gade, atkvøddu herfyri ímóti flokslinjuni í málinum um donsku tøðlógina. Politiski framsøgumaðurin hjá Venstre, Sophie Løhde, sigur við DR, at ófriðurin í flokkinum kann vera ein orsøk til afturgongdina.

Eisini SF gongur aftur í mátingini og fær 10,4 prosent. Sambært DR er hetta lægsta máting hjá flokkinum síðani 2022.

Kelda: DR/Epinion

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

23 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

3 tímar síðan

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

10 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hillerød úrtøku

2 minuttir síðan
Fótbóltur

HB javnaði í síðstu løtu

27 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Fimti sigurin á rað hjá THW Kiel

32 minuttir síðan
Hondbóltur

KíF - Neistin 34 - 21 (13-18)

41 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF Vann á Neistanum aftaná framúr góðan seinna hálvleik

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ vann 2-1 í Gundadali

1 tími síðan
Fótbóltur

Skála snýtti KÍ fyri aðru ferð í ár

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrstu fløgini til nýggju kirkj­una á Argj­um verða loyst í morgin

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað er ramur FM deymur í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundar á hægsta støði

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj Padelmiðstøð letur upp á Hjalla

3 tímar síðan
Tíðindi

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

3 tímar síðan