Kollafjarðadagar eru í hesum døgum, og millum tað sum hevur verið á skrá var dysturin í Burn Mansdeildini millum KÍF og Neistan, ið var leiktur í kvøld.
Í steðginum stóð einki til hjá heimaliðnum, ið var aftanfyri 13-18. Men seinni hálvleikur var kollfjarðadagur í viku. Kollfirðingar vunnu seinna hálvleik 21-13, og harvið dystin 34-31.
Bárður Dam og Victor K. Thomadsen gingu undan við at skjóta níggju mál hvør fyri KÍF. Toppskjútti hjá Neistanum var Mortan Eyðunarson, somuleiðis við níggju málum.
KÍF, Neistin og H71 hava fýra stig hvør. VÍF og Kyndil hava tvey stig hvør. StÍF, EB og Team Klaksvík hava enn fyrsta stigið til góðar.
Sunnudagin klokkan 16 vera hesir dystir á skránni: VÍF-H71 og StÍF-Kyndil. Klokkan 17 spælir EB fyrsta heimadystin. Hann verður móti Team Klaksvík.