info
Ongi úrslit

HB javnaði í síðstu løtu

1. DEILD: Javnleikurin í Fuglafirði ber við sær, at næstbesta HB liðið nú er omanfyri strikuna

Jóannes Hansen
18. september 2026 kl. 22:15

Tað endaði 1-1, tá ið ÍF í kvøld á nýggja graslíkinum í Fuglafirði hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Fýra minuttir undan leikloki javnaði HB til 1-1, eftir at ÍF tveir minuttir undan steðginum legði seg á odda. Málskjútti hjá ÍF var Mikkel Elbæk Jakobsen, sum skoraði fyri triðju ferð í ár. Uppleggið átti Jákup í Lambanum.

Hóast heimaliðið var væl meiri í álopsstøðu og vann fleiri hornaspørk, so eydnaðist tað ikki at økja um leiðsluna, og so var tað fýra minuttir undan leikloki, at innskifti Rani Wenningsted Sørensen skoraði. Hetta var annað málið hjá Rana í ár.

Eina stigið, sum HB hevði við sær suður aftur ber við sær, at HB lyfti seg uppum niðurflytingarstrikuna. HB hevur 22 stig og betri málmun enn FC Hoyvík, sum klokkan 13 í morgin fer at spæla á útivølli ímóti TB.

ÍF er á fjórða plássi við 37 stigum. Næsti dystur hjá ÍF verður leygardagin 10. oktober á heimavølli ímóti TB.

Næsti dystur hjá HB verður leygardagin 10. oktober á útivølli ímóti FC Suðuroy.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

Í gjár kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

23 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

3 tímar síðan

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

10 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Toppskjúttin var ferfaldur málskjútti

13 minuttir síðan
Fótbóltur

Fjórða dystin á rað fekk Hillerød úrtøku

17 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Fimti sigurin á rað hjá THW Kiel

47 minuttir síðan
Hondbóltur

KíF - Neistin 34 - 21 (13-18)

56 minuttir síðan
Tíðindi

Venstre niður á 7,1 prosent – DF tvífalt so stórt

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: KÍF Vann á Neistanum aftaná framúr góðan seinna hálvleik

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ vann 2-1 í Gundadali

1 tími síðan
Fótbóltur

Skála snýtti KÍ fyri aðru ferð í ár

1 tími síðan
Tíðindi

Fyrstu fløgini til nýggju kirkj­una á Argj­um verða loyst í morgin

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað er ramur FM deymur í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundar á hægsta støði

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj Padelmiðstøð letur upp á Hjalla

3 tímar síðan