info
Ongi úrslit

Springs 2.0 á pall í kvøld eftir steðg í 36 ár

Teir hava so at siga ikki spælt í 36 ár.

Vilmund Jacobsen
24. oktober 2026 kl. 16:55

Í kvøld fara Springs 2.0 at spæla til dans í Havnar Klubba.

Bólkurin Springs var ein sera virkin bólkur í áttatiárunum. Mest spældu teir til dans kring landið, men tó vóru teir onkutíð eisini við til konsertir og annað. Teir vóru t.d. fastir gestir á árligu ólavsøkukonsertini frá 1984 til 1990, tá bólkurin gavst.

Í 1989 gav Springs útgávu út, har serliga Lotið og Bøllefrø gjørdust kend løg.

At siga, at bólkurin ikki hevur spælt síðani 1990 er kanska ikki heilt rætt, tí fyri hálvum ári síðani, ella so, høvdu teir eina framførslu á Jugga í Vági. Men annars hava teir ikki spælt saman í 36 ár.

Teir hava tó hitst av og á síðstu tvey árini fyri at hugna sær saman, og fyri at spæla tónleik.

Tann einasti, ið hevur spælt regluliga øll árini er bassleikarin, Dagfinn.

Bólkurin eitur nú Springs 2.0, tí ikki allir limirnir eru við í manningini, tí tveir búgva í Danmark.

Manningin er í dag Ólavur Dam Jacobsen, trummur, Martin Tvede Zachariassen, guitar og sang, Dagfinn Olsen, bass og sang og Dávur Eyðunsson Sørensen, guitar.

Martin býr í Danmark, men er nógv í Føroyum í arbeiðsørindum. Dávur var ikki partur av føstu tónleikamanningini, men var øll árini kring bólkin. Í kvød eru teir, ið eru Danmark ikki við: Sonny Poulsen og Johan í Kollafirði. Fyrstu árini spældi Kári Joensen eisini í Springs og hann býr eisini í Danmark.

Á skránni í kvøld eru løg, ið bólkurin hevur givið út, løg sum vóru spæld til dans í áttatiárunum, men tó hevur Springs 2.0 eisini tikið nýggjari tilfar við í sangskránna.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

3 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

19 minuttir síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

47 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

1 tími síðan
Tíðindi

Russiskt fiski­skip sigldi spaku­liga við før­oysk­an sjókaðal

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ endaði kappingarárið við sigri á HB á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj gransking: Fiskirættindi kunnu styrkja smáar bygdir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Bjartalíð og liðfelagarnir vunnu týðandi sigur í niðurflytingarstríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur vanligt samband við Starlink

2 tímar síðan
Tíðindi

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein grøn gøta fram við Rættará

4 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ er aftur í 1. deild

4 tímar síðan
Tíðindi

Í nátt skulu vit seta klokkuna aftur

4 tímar síðan