Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini ígjár.
Á Marienlyst leikvøllinum í Drammen tóku landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset móti Sandnes ULF, ið hevði Gullbrand í Horni Øregaard sum liðskipara. Í 58. minutti kom Olaf Bárðarson á vøllin fyri Sandnes ULF.
Strømsgodset vann stórsigur 4-1 á Sandnes. Øll fimm málini í dystinum vóru skotin millum 32. og 52. minutt.