ES útsetti í dag freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Orsøkin er sambært tíðindastovuni, at limarlondini ikki hava megnað at semjast. Frakland og Slovakia krevja, at russiski ríkmaðurin Alisjer Usmanov verður tikin av listanum yvir persónar, sum eru fevndir av revsitiltøkunum.
Revsitiltøkini skulu endurnýggjast sætta hvønn mánað og skuldu eftir ætlan fara úr gildi mikudagin.
Við avgerðini mánadagin hava limarlondini tó givið sær sjálvum sjey dagar aftrat at finna eina semju.
/Ritzau/