U17-kvinnulandsliðið tapti eisini triðja dystin í bólki 3 í EM-undankappingini í ligu B.
Í dag gjørdist talan um stórtap 0-5 fyri Lettlandi. Lettland legði seg á odda longu í fimta minutti. Seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, tá Maria Joensen gjørdi sjálvmál, og eftir tað skoraði Lettland trý mál aftrat.
Føroyar taptu leygardagin 0-1 fyri Litava, ið skoraði sigursmálið í 80. minutti.
Farna mikudag taptu Føroyar 1-3 fyri Estlandi. Sára Vang Justinussen skoraði føroyska málið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Føroyar endaðu sostatt aftast í bólki 3 við ongum stigi og málúrtøkuni 1-9.
Lettland vann bólkin við sjey stigum. Litava hevur fimm stig á øðrum plássinum, og Estland hevur fýra stig.
Lettland vinnur seg víðari í undankappingini, meðan Litava má bíða eftir at síggja hvussu tveyararnir í hinum bólkunum klára seg áðrenn tær vita um tær halda fram í undankappingini.