Løgmaður gjørdi greitt, at tað ikki eru fólkatingsumboð, sum útleggja føroyska tekstin. Hann ásannaði eisini, at broytingar eru neyðugar í ríkisrættarligu støðu okkara. Nú hildu vit tingfólk, at løgmaður fór at seta kósina ímóti at fremja tjóðarsemjuna í verki. Men so varð ikki. Løgmaður var heldur ikki hesa ferð ítøkiligur um, hvør avtalan er í samgonguni um ríkisrættarligu støðu Føroya, og hvussu hann ætlar at fremja hana í verki.
Nær er “um ikki so leingi”?
Løgmaður hevur í fleiri førum sagt, at í næstum fáa vit nakrar niðurstøður um limaskapir. Hetta eru tær somu niðurstøðurnar, vit hava fingið fleiri ferðir. Svarið er nei, men løgmaður vil royna uppaftur eina ferð.
Fyri kortum var málið um fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðinum skotið út til horna. Ongin avgerð er komin enn. Ikki eitt ja, og ikki eitt nei. Bara onki. Meira tíð skal til, siga hini limalondini.
Vit ganga í verandi løtu og bíða eftir svari, um vit kunnu fáa IOC limaskap (OL).
Okkara dugnaligu ítróttafólk hava gjørt alt, tey kunnu fyri at kunna umboða okkum altjóða. Bólturin liggur ikki longur hjá teimum, men hjá politisku skipanini. Vit vita, at tað bert eru statir sum kunnu luttaka, og tí er tað óskiljandi, at man blívur við at fáa onnur at broyta seg, tá ið vit vita, at avgerðin liggur hjá okkum sjálvum.
Tað hevur verið frammi, at man arbeiðir við eini millumloysn, ið hevur við sær, at Føroyar kunnu luttaka í OL uttan Merkið og uttan tjóðsang. Altso at vit fara til OL uttan at vera føroyingar. Eisini her roynir man at arbeiða við eini millumloysn, sum neyvan finst.
Vinnulívið rennur seg í múrar
Á vinnuliga økinum hava vit rent okkum í vinnuligar múrar. Tað er sera trupult hjá okkum at gera avtalur við onnur lond, og partur av avbjóðingini er ríkisrættarliga støðan. Tí undrar tað eisini almikið, at landsstýrið vil skerja uttanríkisøkið so álvarsligt, sum fíggjarlógin fyri 2027 leggur upp til. Man kann ikki bæði vilja hava fult ræði á uttanríkispolitikkinum og samstundis saga ta greinina av, sum skal røkja okkara uttanríkispolitisku sambond.
Talvið um Tinganes
Í sendingini um løgmann, sum KVF hevur víst okkum í tveimum umførum, kemur tað sera greitt til sjóndar, at tað fyrsta løgmaður ger, tá ið samráðingar skulu skipast, er at ringja til sambandsflokkin. Løgmaður greiðir harafturat eisini miðlunum frá, at fyrsta málið, teir avgreiddu uttan hóvasták, var tjóðarsemjan.
Løgmaður hevur í fleiri førum sagt seg standa við tjóðarsemjuna, men spurningurin er bara hvørja tjóðarsemju løgmaður meinar við?
Hvørja avtalu hevur hann gjørt við sambandsflokkin og javnaðarflokkin? Er hendan avtalan ein onnur enn tann, ið javnaðarflokkurin, fólkaflokkurin, miðflokkurin, tjóðveldi og nú eisini sjálvstýrisflokkurin hava gjørt. Spurningurin er, um løgmaður hevur tvær ymiskar útgávur av tjóðarsemjum. Politisku flokkarnir mugu fáa greið boð frá løgmanni, um hann enn stendur við tað, ið flokkarnir eru samdir um.
Blokkerandi minnilutin ræður
Sambandsflokkurin situr í løtuni við øllum kortunum. Sambandsfólk umboða okkum úteftir gjøgnum landsstýrissessin í uttanríkismálum, gjøgnum norðurlandaráðið, í løgtingsins formansskapi umframt á fólkatingi, har teksturin verður lagdur út fyri samgonguna.
Løgmaður hevur greitt og breitt mandat at fara eftir tjóðarsemjuni. At tryggja okkum ræði á uttanríkispolitikkinum, at fáa okkum teir limaskapir, okkum tørvar, og at skipa okkum sum javnbjóðis stat í heiminum. Spurningurin er, hvussu leingi løgmaður kann lata vera við at brúka tað mandatið?
Tað hevur lítið við fólkaræði at gera, at ein blokerandi minniluti tekur ræðið á løgtinginum.
Nú er eftir hjá løgmanni at vísa í verki, at hann antin stendur við tjóðarsemjuna ella førir sambandspolitikk.