info
Ongi úrslit

Víkingur setir nýtt met

Í dag mynstra venjararnir hjá bæði TB og Víkingi av

info
Jóannes Hansen
3. oktober 2015 kl. 10:49

Tvørámenn vóru ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti EB/Streymi, sum svaraði aftur og javnaði til 2-2, eftir at TB var frammanfyri 2-0. Hetta var fjúrtandi javnleikurin hjá TB.

Í vikuni varð greitt, at Páll Guðlaugsson ikki verður venjari við Stórá í Trongisvági næsta ár. Harvið verður tað síðsti dystur hjá TB og Páll Guðlaugsson saman, tá ið Víkingur kemur á vitjan.

-Vit hava møguleika at vinna sætta plássið, og tað fara vit at stríðast fyri at vinna, verður sagt í TB.

Allir TB spælararnir eru tøkir upp undir síðsta dystin í ár.

              

B36 hevur vunnið FM heitið, sum teir í Víkingi ætlaðu sær, og víkingarnir ásanna, at tað eru mongu javnleikirnir fyrsta partin av kappingini, sum eru orsøk til, at FM møguleikin hvarv fyri langari tíð síðani. Tá ið kappingin var sjey umfør gomul, hevði Víkingur fimm ferðir verið partur av javnleikum.

-Tað broytir ikki so nógv, um tað endar við silvuri ella bronsu krónum, men vit eru farnir um Suðuroyarfjørð fyri at vinna fulla úrtøku. Tað ræður um at vísa góðan hugburð. Sunnudagin ímóti HB sóu vit, at breiddin er í lagi hjá okkum. Vit fyrireika okkum til nýtt kappingarár, og avrikið ímóti TB telur í tí sambandi, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen.

Um tað eydnast Víkingi at vinna silvurplássið, so verður tað besta endastøðan, síðani felagið varð stovnað í 2008. Tað er longu greitt, at Víkingur hevur sett met í at skora mál. Undan síðsta umfari sigur støðutalvan, at Víkingur hevur skorað 66 mál. Hægsta máltalið undan hesum kappingarárinum var í 2011, tá ið Víkingur skoraði 62 mál.

Í dag fer Sigfríður Clementsen fyri síðstu ferð at hava ábyrgdina av Víkingi.

Hanus Jacobsen er tøkur aftur eftir skaðasteðg. Bárður J. Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Súni Olsen og Philip Djordjevic eru langtíðarskaddir, og Finnur Justinussen er uttanlands.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

6 minuttir síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

5 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

5 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

6 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

6 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

6 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

7 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

7 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

7 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

8 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

9 tímar síðan