info
Ongi úrslit

Snildfonin skal verða heima – eisini snild ur skulu úr skúlanum

Næmingar skulu sum meginreglu hvørki hava snildfon ella snild ur við í skúla. Skúlin kann tó loyva knappatelefonum og skal gera undantøk, tá serlig viðurskifti tala fyri tí.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 17:28

Tað er kjarnin í uppskotinum, sum Mentamálaráðið hevur sent til hoyringar.

Tað skal ikki longur vera nóg mikið, at snildfonin er sløkt og liggur í skúlataskuni ella verður latin inn um morgunin. Eftir uppskotinum hjá Mentamálaráðnum skal hon sum meginregla als ikki við í skúla.

Sama meginregla skal galda fyri snild ur. Ætlanin fevnir um allan skúladagin, bæði undirvísing, fríkorter og virksemi á skúlans øki.

Tað framgongur av uppskotinum til meginreglur, sum Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sent til almenna hoyring.

Knappatelefon eftir avtalu

Uppskotið letur tó upp fyri, at næmingar kunnu hava eina telefon uttan atgongd til alnótina, nevnd knappatelefon, við í skúla.

Hetta verður ikki ein sjálvsagdur møguleiki hjá øllum. Skúlin kann í samráð við foreldrini loyva knappatelefon, tá tørvur er á einum samskiftisamboði. Hon skal vera sløkt og goymd í skúladegnum eftir teirri skipan, sum skúlin ásetur.

Skúlin skal eisini tryggja, at foreldur og næmingar í serligum førum kunnu fáa samband sínámillum umvegis skrivstovuna ella starvsfólk skúlans.

Undantøk fyri serligan tørv

Meginreglan um snildfonir og snild ur skal hava undantøk. Tey skulu millum annað verða givin vegna sjúku, heilsuligt tarn, læring, sernámsfrøðiligan tørv, flutningsviðurskifti ella onnur serlig viðurskifti.

Uppskotið leggur eisini upp til, at skúlarnir gera greiðar mannagongdir fyri brot á reglurnar og samskifti við foreldur.

Talan er ikki um at taka øll talgild amboð úr skúlanum. Skúlin skal framvegis útvega neyðugar teldur og teldlar, og næmingarnir skulu fáa undirvísing í talgildisbúgving, skynsamari tøkninýtslu og virðiligum samskifti.

Felags meginreglur – staðbundnar reglur

Talan er um uppskot til meginreglur, ikki eitt lógaruppskot til Løgtingið. Ætlanin er at brúka verandi lógar- og kunngerðargrundarlag. Landsstýrismaðurin ásetur yvirskipaðu meginreglurnar, meðan skúlarnir og skúlastýrini gera ítøkiligu atferðarreglurnar á staðnum.

Sambært tilmælinum, sum fylgir hoyringini, hava allir 41 skúlarnir, sum hava latið ráðnum upplýsingar, longu reglur um fartelefonnýtslu. Fimmtan hava reglur um, at næmingar ikki hava fartelefon við í skúla.

Ráðið vísir á, at tað krevur tíð og orku hjá skúlunum at taka ímóti telefonum, goyma tær og lata tær út aftur.

Mæla til at byrja á nýggjárinum

Tilmælið leggur upp til, at skipanin verður sett í verk 1. januar 2027. Hetta er ein tilmælt dagfesting, og sjálvt hoyringaruppskotið ásetur ikki nakra gildiskomu.

Í tilmælinum verður samstundis staðfest, at gransking um telefonforboð í skúlum vísir ymisk úrslit. Eitt forboð einsamalt er ikki nóg mikið til at loysa trupulleikar við trivnaði, svøvni og samlaðari skíggjanýtslu.

Endamálið við átakinum er sambært ráðnum at geva næmingunum betri frið til hugsavning, læring, spæl og sosiala samveru.

Hoyringarfreistin er 25. november 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lógaruppskot um snildfonir í skúlanum til hoyringar

1 tími síðan
Tíðindi

Musk tykist hava strikað áheitan um at velja Republikanararnar

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald fyri børn, ið farin eru sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Kópur í Føroyum – skaðadjór ella týðandi partur av náttúruni?

2 tímar síðan
Tíðindi

Bjóða øki út til íbúðarbygging í Leirvík

2 tímar síðan
Tíðindi

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

3 tímar síðan
Tíðindi

Økt virksemi á Málstovuni

4 tímar síðan
Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út yvir tilgongdina til frið

4 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

6 tímar síðan
Tíðindi

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

6 tímar síðan