info
Ongi úrslit

Virðispolitikkur er eisini virðismikil politikkur

Aksel Kambsskarð Berg, valevni Miðflokkurin
3. desember 2022 kl. 13:36

“Tað er siðvenja, at man atkvøður eftir egnari sannføring í etiskum málum”. Tað er ein linja, ið eg havi hoyrt nógva ferðir. Men hvar kemur hon frá?

Mín observatión frá ymiskum øðrum londum er annars tann, at flokkar í størsta mun standa saman um etisk mál, og atkvøða eftir einari flokspolitiskari linju, eins og man ger í øðrum málum.

Floksdisciplinin í Føroyum er tó alvorliga avmarkað. Hvørja ferð eitt etiskt mál kemur upp, so tykjast tinglimir í ymiskum flokkum at leypa hvønn sín veg. Somu tinglimir duga tó væl at standa saman um fíggjarpolitikk, fiskivinnuna, sosialpolitikk og nógv annað – serliga tá man er í samgongusamstarvi.

Okkara valskipan er skipað soleiðis, at vit fyrst og fremst velja ein flokk á Tingið. Tá veljarin setur sín kross við ein flokk, so hevur hann vónir um, at flokkurin hevur nakrar politiskar linjur, ið stuðla hansara sjónarmiði. Tað sum vit tó síggja er, at flokkarnir í Føroyum nokta at melda út, hvar teir standa í etiskum málum. Tískil er tað púra tilvild, hvat veljarin endar við at fáa frá flokkinum, ið hann hevur valt.

Hví góðtakur man hetta?

Tað tykist sum um, at etisk mál ikki skulu javnsetast við onnur politisk mál. Kanska eru tey ikki líka álvarslig ella líka týdningarmikil fyri borgarin?

Mínar royndir frá politikki og ungdómspolitikki vísa tó, at tað nemliga eru tey etisku málini, ið ofta fylla nógv. Tað eru fá onnur mál - um yvirhøvur nøkur – ið fáa fólk at mobilisera seg á sosialum miðlum og flokkast rundanum Løgtingið.

Tí taki eg synd í tí veljarinum, ið ferð aftaná ferð verður snýttur av flokkinum hjá sær, tá tinglimirnir snara til vinstru ella høgru, soleiðis sum tíðarrákið einaferð blæsir.

Veljarin hevur uppiborið, at flokkarnir í Føroyum vísa sín veruliga lit og hava virðing fyri, at etisk mál sanniliga eru týdningarmikil fyri borgarunum – og at fjølmiðlarnir krevja tað sama.

Tað er bara Miðflokkurin sum torur at melda greitt út, hvar vit standa í etiskum málum. Við okkum noyðist tú ongantíð at ivast – tú veist hvønn politikk tú fært!

 

Aksel Kambsskarð Berg

Valevni

Miðflokkurin

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

4 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

4 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

5 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

5 tímar síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

6 tímar síðan
Tíðindi

Tórsgøta stongd sunnudagin 11. oktober

6 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Fólk og dólgar í Kardamummubýi - Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

6 tímar síðan
Tíðindi

Dólgarnir tosa nú føroyskt á filmi

6 tímar síðan
Tíðindi

35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

6 tímar síðan
Tíðindi

Nú er framsýningin í Gamla skúla pakkað niður

7 tímar síðan
Tíðindi

Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

8 tímar síðan