info
Ongi úrslit

35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

Í dag var almenn móttøka á Norðoyri, tá nýggi tilbygningurin í barnagarðinum Baldursbrá lat upp. Fleiri børn, foreldur og starvsfólk vóru komin saman at hátíðarhalda dagin og síggja nýggju hølini, sum nú styrkja og víðka um dagstovnatilboðið í kommununi.

Dagfinn Olsen
8. oktober 2026 kl. 22:02

Tiltakið byrjaði við, at børn úr Baldursbrá framførdu nakrar sangir fyri gestunum. Síðan var tað Annika S. Biskopstø, varaborgarstjóri, sum bjóðaði vælkomin og helt eina stutta røðu. Hon vísti á, at dagstovnaøkið hevur verið eitt týðandi raðfestingarøki hjá kommununi seinastu árini, og at útbyggingin av Baldursbrá er enn eitt stig í arbeiðinum at skapa góðar karmar um børn og barnafamiljur í kommununi.

Við nýggja tilbygninginum fær Baldursbrá 35 nýggj pláss og hevur nú tilsamans 80 pláss. Útbyggingin skal vera við til at nøkta tørvin á dagstovnaplássum og samstundis geva børnunum góðar og nútímans umstøður at mennast, spæla og læra.

Eftir røðuna varð høvi hjá teimum vitjandi at síggja nýggju hølini og fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Baldursbrá varð tikin í nýtslu í 2022, og útbyggingin er partur av miðvísa arbeiðinum hjá Klaksvíkar kommunu at menna dagstovnaøkið og tryggja góðar karmar fyri yngstu borgararnar, skrivar klaksvik.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ummæli: Fólk og dólgar í Kardamummubýi - Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

10 minuttir síðan
Tíðindi

Dólgarnir tosa nú føroyskt

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er framsýningin í Gamla skúla pakkað niður

1 tími síðan
Tíðindi

Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

1 tími síðan
Tíðindi

SSP-lærarar nógvar fráboðanir

2 tímar síðan
Tíðindi

Meningokokksjúka í Føroyum 1980–2025

2 tímar síðan
Tíðindi

Heystfrítíð í Vági 2026 nógv at bjóða

3 tímar síðan
Tíðindi

Sirið vil hava greiðu á sparingunum í heilsuverkinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Norðoyatunnilin skal fyrireika Kalsoyartunnilin

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur fylgi­svein­ur hev­ur sent fyrstu mynd­ir­nar av jørðini

5 tímar síðan
Tíðindi

Landsfelag Pen­sjón­ista fing­ið punta­kekk frá DAS

5 tímar síðan
Ítróttur

Janus Open III

6 tímar síðan