info
Ongi úrslit
© Win McNamee/Ritzau Scanpix
Elon Musk fekk hósdag handað eina vísindaliga heiðursmedalju frá Donald Trump, forseta

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

Elon Musk og fimm aðrir leiðarar úr amerikanska tøknugeiranum fingu hósdag heiðursmedaljur frá Donald Trump, forseta.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 00:37

Amerikanski forsetin, Donald Trump, handaði hósdag Elon Musk vísindaheiðursmedaljuna National Medal of Science á eini ráðstevnu í Washington D.C.

Medaljan er ein av mest tignarligu vísindaligu heiðurslønum í USA, skrivar tíðindastovan AFP sambært Ritzau.

Við handanina rósti Trump Musk, sum stendur á odda fyri rúmdarfyritøkuni SpaceX og elbilaframleiðaranum Tesla. Forsetin kallaði hann ein »tjóðardýrgrip« og »Thomas Edison í okkara tíð«.

– Elon, eg vil ynskja tær til lukku. Tú ert vinur mín og alt hatta, men tú ert ein heilt, heilt serligur maður, segði Trump.

Seks leiðarar heiðraðir

Musk var ein av seks leiðarum úr tøknugeiranum, sum vórðu heiðraðir á ráðstevnuni.

Sergey Brin, sum var við til at stovna Google, Jensen Huang, stjóri í Nvidia, og Lisa Su, stjóri í AMD, fingu eisini National Medal of Science.

Michael Dell, stjóri í Dell Technologies, og Satya Nadella, stjóri í Microsoft, fingu National Medal of Technology and Innovation, sum er ein heiðursmedalja fyri tøkni og nýskapan.

Sambært Hvítu Húsunum fekk Musk heiðurin fyri verkfrøðilig avrik, sum hava flutt mørkini innan millum annað rúmdarferð, samskifti og intelligentar skipanir.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

1 tími síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

1 tími síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

2 tímar síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

2 tímar síðan
Tíðindi

Tórsgøta stongd sunnudagin 11. oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Ummæli: Fólk og dólgar í Kardamummubýi - Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

3 tímar síðan
Tíðindi

Dólgarnir tosa nú føroyskt á filmi

3 tímar síðan
Tíðindi

35 nýggj barnagarðspláss í Baldursbrá

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú er framsýningin í Gamla skúla pakkað niður

3 tímar síðan
Tíðindi

Nývald nevnd í Ráði teirra lesandi á Setrinum

4 tímar síðan
Tíðindi

SSP-lærarar nógvar fráboðanir

5 tímar síðan