Avrættingin av deyðadømda fyrrverandi majorinum Nidal Hasan verður almenn.
Tað sigur Pete Hegseth, verjumálaráðharri í USA, í eini samrøðu við høgravenda viðmerkjaran og ávirkaran Jack Posobiec. Amerikanska verjumálaráðið deildi í dag upptøkuna á sosiala miðlinum X, skrivar tíðindastovan AFP sambært Ritzau.
– Ein bólkur av hermonnum skal fremja avrættingina, og vit fara at tryggja, at fólk kunnu síggja hana. Hon verður tí almenn, sigur Hegseth.
Amerikanska verjumálaráðið hevur síðani váttað fyri tíðindastovuni AP, at avrættingin verður stroymd beinleiðis. Sambært Hegseth er ætlanin at fremja hana á Fort Hood 3. desember.
Dømdur til deyða í 2013
Nidal Hasan drap 13 fólk í einum skotálopi á herstøðini Fort Hood í Texas í 2009. Tá stóð hann fyri at verða sendur til Afghanistan.
Fýra ár seinni varð hann av einum amerikanskum herdómstóli funnin sekur í øllum ákærupunktunum og dømdur til deyða.
– Fólk mugu skilja, at slíkar gerðir hava álvarsligar avleiðingar, sigur Pete Hegseth.
Keldur: Ritzau og AP