Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at lýsa starvið sum stjóri á Sjónámi í Klaksvík leyst. Ein týðandi uppgáva hjá nýggja stjóranum verður at viðvirka til at menna og styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar í Føroyum.
Síðani 2011 hevur leiðarin á Sjónámi víst til stjóran á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum formliga hevur verið stjóri fyri báðar skúlarnar. Hetta verður nú broytt, soleiðis at Sjónám fær sín egna stjóra við fullari leiðsluábyrgd. Nýggi stjórin fær ovastu ábyrgdina av øllum virkseminum á skúlanum og skal standa á odda fyri at menna og føra Sjónám inn í framtíðina.
Samstundis er ætlanin at skapa grundarlag fyri einum munandi tættari samstarvi millum Sjónám og Vinnuháskúlan, so útbúgvingar, skeið, læraraorka og útgerð verða gagnnýtt so skynsamt sum gjørligt, og óneyðugar dupultfunktiónir verða avmarkaðar. Ætlanin er, at nýggi stjórin, saman við hinum pørtunum á økinum, skal vera við til at leggja eina heildarætlan fyri framtíðarsamstarvið millum skúlarnar til rættis.
Starvið verður sett frá 1. januar 2027, skrivar mmr.fo.