Kringvarp Føroya hevði í kvøld boðið gestum til frumsýning av teknifilminum Fólk og dólgar í Kardamummubýi. Áðrenn filmurin byrjaði, bjóðaði Magnus Dam, kringvarpsstjóri, vælkomin og fegnaðist um at síggja ein nærum fullan sal.
Kenda søgan hjá Thorbjørn Egner hevur í fleiri ættarlið verið partur av føroyskum barnaheimum. Nú ber eisini til at uppliva hana sum teknifilm við føroyskari talu.
Í Kardamummubýi er lívið friðarligt, men uttan fyri býin búgva teir tríggir dólgarnir, sum stjala tað, teimum tørvar. Teir órógva friðin og koma í kløtur við býarfólkið. Tá eldur kemur í tornið hjá Tobiasi, fáa teir tó høvi at vísa, at teir eisini kunnu gera gagn.
Filmurin varð sýndur á donskum í Havnar Bio í 2023 og seldi tá 2.200 atgongumerki. Til føroysku útgávuna vóru longu 1.900 atgongumerki seld í morgun, varð upplýst á frumsýningini.
-
©
Frá útvarpsleiki til teknifilm
Magnus Dam vísti á, at fáar søgur hava livað so væl og leingi og vekja so nógv minni hjá bæði børnum og vaksnum sum søgan um fólk og dólgar í Kardamummubýi.
Eyðun Johannesen umsetti søguna til útvarpsleik í 1961, og bókin kom út á føroyskum í 1980. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur nú givið hana út aftur.
Kringvarpsstjórin hevði sjálvur eitt slitið eintak frá 1980 við sær. Inni í bókini stóð »Beinta 3 ár«.
– Beinta er kona mín, so hon er byrjað tíðliga at lesa, segði Magnus Dam.
Hann vísti eisini á, at søgan hevur verið framførd á palli og givin út á plátu. Við føroysku filmsútgávuni er ringurin nú heilur.
– Vónandi fer filmurin at gleða børn og vaksin og komandi ættarlið á sama hátt, sum dólgarnir hava gjørt á føroyskum seinastu 65 árini, segði hann.
Seinastu vikurnar hevur útvarpsleikurin frá 1961 verið at hoyra í Barnaútvarpinum. Fleiri av leikarunum, sum vóru við tá, vóru eisini til staðar á frumsýningini í kvøld.
Magnus Dam nevndi snildirnar, sum vórðu brúktar til ljóðarbeiðið í 1961. Eitt nú nýtti Eyðun Johannesen eina støvsúgvaraslangu til at fáa røddina at ljóða óhugnaliga.
Føroyska málið hevur stóran týdning
Hetta er triði filmurin, sum Kringvarp Føroya og Havnar Bio í samstarvi bjóða børnum og vaksnum við føroyskari talu í heystfrítíðini.
Magnus Dam legði dent á týdningin av, at børn kunnu hoyra sítt egna mál í filmum.
– TikTok og YouTube og Netflix hava ongan kjans, tá tey skulu kappast ímóti Klintrimús, Palla Halaleysa og Suffíu mostur, tá hesi tosa føroyskt, segði hann.
Hann vísti á, at túsundtals atgongumerki eru seld til undanfarnu filmarnar í biografunum, og at filmarnir tilsamans eru stroymdir meira enn 40.000 ferðir á talgildu pallunum hjá Kringvarpinum.
Páll Danielsen hevur leikstjórnað føroysku útgávuni av Fólk og dólgar í Kardamummubýi, og Høgni Fagraberg hevur staðið fyri ljóðinum. Kringvarpsstjórin takkaði teimum og hinum, sum hava arbeitt við at fáa filmin á føroyskum.
Hann heldur fast við vónina um, at ein føroyskur filmur í heystfrítíðini verður ein afturvendandi siður. Málið er eisini at fáa fleiri enn ein film um árið við føroyskari talu.
– Vit hava longu ætlanir um ein film komandi ár. Kanska tveir, segði Magnus Dam.
Almennu sýningarnar av Fólk og dólgar í Kardamummubýi byrja í Havnar Bio í morgin. Tá eru fimm sýningar á skrá, og leygardagin eru tær seks í tali.
Filmurin kann avgjørt viðmælast øllum børnum og ørðum, sum hava verið børn, at síggja.
-
©