info
Ongi úrslit

Widerøe fer at flúgva fleiri túrar til Føroya

Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni í dag frá, at tey frá byrjanini av mai í ár fara at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Føroyar.  Sum er flúgva tey tvær reisur um vikuna, mánadag og fríggjadag.  Frá byrjanini av mai verður flogið fýra ferðir um vikuna, mánadag, hósdag, fríggjadag og sunnudag. 

Eirikur Lindenskov
18. januar 2022 kl. 22:52

Broytingin fer at hava heilt nýggjar møguleikar við sær, tí nú fer at bera til at ferðast bæði stutt og long vikuskifti, eins møguleiki verður fyri at gera heilt stuttar túrar.

– Hetta eru ógvuliga gleðilig tíðindi at frætta, ikki minst í hesum tíðum, nú tey flestu mest hugsa um at repa seglini, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, í tíðindaskrivi í kvøld.

Hesa tíðina síðani Widerøe byrjaði regluliga ferðafólkaflúgving í september í fjør hava vit sæð, at samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit higartil hava sæð, tí lutfalsliga stórur partur hevur verið norðmenn.  Hetta merkir, at felagið í stóran mun byggir sítt virksemi á egið kundagrundarlag, og hevur hetta samstundis við sær, at Føroyar sum ferðamannaland við hesum fær eitt størri grundarlag at byggja á.  Eingin ivi er tí um, at hetta hevur jaliga ávirkan á bæði ferðslutølini hjá Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild., sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vitaly Klitsjko: - Spreingingar eru í Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Champions League: Tað endaði javnt millum Bayern München og Arsenal

2 tímar síðan
Hondbóltur

Stjarnan tapti á Akureyri

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Sirið Stenberg er stúrin

4 tímar síðan
Tíðindi

Fiskimenn skulu fáa stuð­ul fyrr tá skip­ið er til um­væl­ingar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj ferjuruta kann koma mill­um Seyðis­fjørð og Aber­deen

5 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan taptu

6 tímar síðan
Tíðindi

Tvær grýl­ur ganga ígjøgn­um Eur­opa: komm­unism­an og fascisman

7 tímar síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barna­ans­ing og kvinnu­heilsa á tingi í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

8 tímar síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

8 tímar síðan