NSÍ er føroyameistari. Tað er greitt, nú síðsta bríksl hevur verið í Runavík, og máltalvan vísir 1-1. Javnleikurin ber við sær, at NSÍ hevur 55 stig, og tað kann einki lið røkka, nú tað bara er eitt umfari eftir.
Hetta er onnur ferðin, at NSÍ er FM vinnari. Fyrra ferðin var í 2007 ella fyri 19 árum síðani. NSÍ verður 70 ár í mars 2027.
Í síðsta umfari fer NSÍ leygardagin at spæla á útivølli ímóti grannunum á Toftum.
Í dag var tað liðformaðurin og stórfavoritturin at verða kosin ársins spælari, Petur Knudsen, sum sjey minuttir undan leikloki og út stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið. Tað var við handara stólpa, eftir at HB hevði hálvbjargað roynd úr vinstru frá Tobas Hestad.
Tað er greitt, at tað verður ikki Petur Knudsen, sum leygardagin verður liðformaður, tá ið NSÍ liðið fer at ganga inn á vøllin á Svangaskarði. Tað verður hann ikki, tí í síðstu løtu í dag sá hann gula kortið fyri aðru ferð og sá harvið eisini reyða kortið og noyddist av vøllinum, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og stórfagnaður varð í gulu og svørtu leguni.
Javnleikurin ber við sær, at HB hevur tryggjað sær pláss í Europa næsta summar. HB spældi ein av sínum góðu dystum í dag, og tað var einki óvæntað í tí, tá ið Ebiye Moses og eftir upplegg frá Heina F. Sørensen legði gestirnar á odda, tá ið ein tími var farin.
So var av álvara kynt undir ketlarnar, og fagnaðurin og rómurin vóru øgiligur, tá ið tað eydnaðist NSÍ at javna og tað lítla løtu seinni var greitt, at NSÍ er føroyameistari í 2026.