info
Ongi úrslit

B68 er flutt niður

Tapið í Sørvági ber við sær, at tað ikki ber til hjá toftamonnum at enda omanfyri strikuna

Jóannes Hansen
25. oktober 2026 kl. 17:24

Nú er tað greitt, at B68 í 2027 ikki verður partur av bestu deildini. Í dag tapti B68 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. Undan síðsta umfari, tá ið B68 fær vitjan av FM vinnarunum í NSÍ, er B68 aftast við 20 stigum. Sigurin ber við sær, at 07 Vestur hevur 25 stig. Tað er sama stigatal, sum AB og Skála hava.

B68 hevur ikki møguleika at vinna fleiri enn 23 stig, og tí er tað greitt, at tað í 2027 verður leygardagsfótbóltur á Svangaskarði.

Í hesum umfarinum hevur B68 verið í bestu deildini síðani 2021 ella í seks ár.

Tíggju minuttir undan steðginum var tað miðvallarin Edvin Jakobsen, sum eftir upplegg frá Casper G. Hansen legði 07 Vestur framum 1-0.

Tveir minuttir seinni svaraði B68 aftur. Karstin Clementsen javnaði til 1-1, og tað var Sebastian Lau Nielsen, sum átti uppleggið.

Ein tími var farin, tá ið 07 Vestur skoraði 2-1 sigursmálið. Málskjútti var Elvar Gudmundsson, og tað var liðformaðurin Jasper Van Der Heyden, sum átti uppleggið.

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, fer 07 Vestur at spæla finalu í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Tað verður á útivølli ímóti AB.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

22 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

15 minuttir síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

25 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

29 minuttir síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

49 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

1 tími síðan
Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

1 tími síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

2 tímar síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

4 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

5 tímar síðan