info
Ongi úrslit

Jökull fiskaði svartkalva tá ið neyðarkallið varð sent

Íslendska fiskiskipið var umleið 100 kilometrar úr landi, tá ið tað kom í havsneyð. Fýra tímar gingu, til bjargingartyrlan kom fram.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 00:34

Íslendska fiskiskipið Jökull ÞH 299 var á svartkalvaveiðu, tá ið tað kom í havsneyð eystan fyri Ísland um 17 tíðina seinnapartin. Tað er orsøkin til, at skipið var so langt úr landi, skrivar mbl.is.

Svartkalvi heldur til á djúpum vatni, millum annað við landgrunsbrúnina og uttan fyri hana. Tí fara skip ofta langt úr landi at fiska svartkalva.

Skiparin sendi neyðarkall beint eftir klokkan 17. Umleið tríggir tímar gingu, áðrenn eftirlitsflúgvarin hjá íslendsku sjóverjuni kom á staðið. Bjargingartyrlan kom fram beint eftir klokkan 21. Fiskiskip á leiðini vórðu eisini biðin um at koma til hjálpar.

Jökull sakk, og allir 17 av manningini endaðu í sjónum. Klokkan 23.18 boðaði íslendska sjóverjan frá, at allir vóru fingnir upp í tyrluna og skuldu flúgvast til Egilsstaðir.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan