info
Ongi úrslit

Tveir menn dømdir sjey ára fongsul hvør

Málið byrjaði við eini fráboðan um, at ein maður var álopin í sínum egna heimi í Tvørgøtu í Havn. Nú eru tveir menn dømdir, men báðir hava skotið dómin inn fyri landsrættin.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 16:58

Tveir menn, 37 og 53 ára gamlir, vórðu í dag dømdir sjey ára fongsulsrevsing hvør í einum nevningatingi. Teir skutu alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin, skrivar Kringvarp Føroya.

Málið stavar frá eini hending í Havn 18. februar. In.fo skrivaði dagin eftir, at løgreglan stutt fyri klokkan 18 fekk fráboðan frá einum manni um, at hann var álopin í sínum egnu húsum í Tvørgøtu. Tá løgreglan kom á staðið, var eldur í húsunum, og maðurin var illa viðfarin.

Løgreglan handtók skjótt ein mann og dagin eftir ein afturat. Tá segði Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini, við in.fo, at løgreglan hevði arbeitt alla náttina við at savna prógv.

Sambært Kringvarpinum vóru menninir ákærdir fyri serliga grovan og ráan harðskap, roynd at seta eld á, hóttanir og rán. Nevningatingið viðgjørdi málið í gjár og í dag.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan