info
Ongi úrslit

European League: Liðið hjá Teis vann stórsigur

TTH Holstebro skoraði heili 41 mál í kvøld

Heri Á. Simonsen
24. november 2026 kl. 19:50

Liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro spældi í kvøld dyst á heimavølli móti kekkiska liðnum, Karvina í innleiðandi bólki F í EHF European League.

Holstebro vann stórsigur 41-28. Í steðginum var heimaliðið á odda 21-16.

Teis skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og hann var triðbesti málskjúttin hjá TTH Holstebro.

TTH Holstebro hevur seks stig fyri fimm dystir. Karvina hevur enn fyrsta stigið til góðar.

Klokkan 19.45 byrjar dysturin millum spanska oddaliðið í bólki F, Torrelavega og portugisiska liðið, Benfica.

Torrelavega hevur átta stig og Benfica hevur fýra stig. Tað hevði gagnast Teis og hansara liðfeløgum best um Torrelavega vann dystin, so TTH Holstebro kann vera tvey stig frammanfyri Benfica undan seinasta umfarinum í bólkinum.

Komandi týskvøld klokkan 19.45 spælir TTH Holstebro dyst á útivølli í Lissabon móti Benfica í einari finalu um annað plássið, og harvið rættinum at vinna seg víðari í kappingini.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

38 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

40 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

46 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

48 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan