Seinnapartin klokkan 17 fær føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti stóra heiðurin at spæla móti heimsins besta landsliði, Noreg í Ice Golden League kappingini, ið verður leikt í Stjørdals-høllini í Tróndheimi.
Í oktober vann Noreg 34-25 á Danmark og 38-23 á Niðurlondum.
Eingin føroysk rás vísir dystin, men TV2 Sport vísir dystin. Til ber eisini at stroyma dystin á TV2 Play.
TV2 Sport vísir eisini dystin hjá Føroyum móti Danmark, ið verður verður spældur leygardagin klokkan 13.