info
Ongi úrslit

VIDEO: THW Kiel vann greiðan sigur á Bergischer

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Bergischer HC-THW Kiel 26-34 (11-13)

Heri Á. Simonsen
28. november 2026 kl. 00:15

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel vann seg fyribils upp á oddasessin í týsku bundesliguni við greiðum 34-26 sigri í útidystinum móti Bergischer. Í steðginum var Kiel á odda 13-11.

Elias fekk 15 minuttirs spælitíð, og hann var noteraður fyri tvey upplegg til mál.

THW Kiel er fremst í deildini við 25 stigum fyri 15 dystir. SC Magdeburg hevur 24 stig, men teir hava spælt tveir dystir færri enn Kiel.

Mánakvøldið klokkan 18 verður føroyingauppgerð í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá tekur liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin móti liðnum hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf.

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt av dystinum Bergischer HC-THW Kiel 26-34 (11-13). Við 0:49 minuttir sæst ein genial fríspæling hjá Eliasi til toppskjúttan, Eric Johansson, ið skoraði 11 mál fyri THW Kiel:

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

30 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan