info
Ongi úrslit

230 metrar eftir at bora til Dals

Higartil er einki gjørt í Dali. Her er eingin vegur niðan til ætlaða tunnilsmunnan, og her er eingin portalur. Men nú er líkt til, at hetta arbeiðið skjótt kann fara í gongd.

Vilmund Jacobsen
1. september 2023 kl. 09:38

Arbeiðið inni í Dalstunlinum gongur væl, og nú eru bert 230 metrar eftir at bora. Væntandi er, at seinasta skotið verður latið av fyrst í november í ár. Men, hetta veldst alt um, hvørt vegurin niðan til tunnilin dalsmegin og portalurin, sum tunnilin skal koma út ígjøgnum, verður liðugt til tíðina.

Tvídráttur tók seg upp millum Landsverk og jarðeigarar í Dali um prísin fyri lendið, sum vegurin skal ganga ígjøgnum og til lendið, har ætlaði tunnilsmunnin skal verða. 

Vegurin, sum skal gerast, verður kanska einar hundrað metrar langur ella so, og síðan skal portalurin gerast. Um hesi arbeiði kunnu gerast liðug, soleiðis at tunnilin kann skjótast ígjøgnum fyrst í november, er í løtuni ógreitt, men miðjað verður eftir hesum.

Higartil er einki gjørt í Dali, men soleiðis, sum In.fo skilir, eru partarnir nú komnir til semju um lendið.

Væntandi er, at tey formellu viðurskiftini fara at koma upp á pláss innan eina viku til 14 dagar, og tá viðurskiftini eru í lagi, kann Landsverk fara í gongd.
Tað er í øllum førum greitt, at Dalstunnilin verður ikki skotin ígjøgnum, so leingi, sum portalurin í Dali ikki er gjørdur.

Men, her verður eingin portalur, so leingi, sum eingin vegur er niðan til ætlaða tunnilsmunnan. Nú er so líkt til, at ein loysn er nær, og gongur alt væl, verður Dalstunnilin helst skotin ígjøgnum tíðliga í november í ár. 

Dalstunnilin verður 2.200 metrar langur og átta metrar breiður. Húsavíkarmegin eru 200 metrar av vegi gjørdir niðan til tunnilsmunnan. Nú skulu so 100 metrar av vegi aftrat gerast dalsmegin, umframt at portalur skal byggjast, soleiðis at tunnilin sleppur út í Dali.

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

13 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

4 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

5 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

6 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

6 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

7 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

7 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

8 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

8 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

9 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

9 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

10 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

10 tímar síðan