Dánjal og ÍBV vunnu seg í hálvfinalurnar - Rógvi og Fram eru úti

Um KA vinnur á Haukum á heimavølli í annaðkvøld hava tvey føroyingalið vunnið seg í hálvfinalurnar

Tað verður minst eitt føroyingalið í hálvfinalunum í endaspælinum í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu eisini seinnu fjórðingsfinaluna á Stjørnuni á útivølli. ÍBV vann 25-22, og í steðginum var Stjarnan á odda 12-11. 

 

Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í dag.

 

Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen og Vilhelmi Poulsen sum er úti við skaða, Fram tapti eisini seinnu fjórðingsfinaluna á heimavølli fyri sera sterka liðnum hjá Vali.

 

Valur vann 36-31. Í steðginum var Valur á odda 15-11.

 

Rógvi skoraði trý mál fyri Fram í seinastu dystinum hjá Fram hetta kappingarárið.

 

Í annaðkvøld kloklan 19.30 kann føroyingaliðið á Akureyri, KA hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg vinna seg í hálvfinalurnar. KA vann fyrru hálvfinaluna á Haukum á útivølli 30-29 við brotskasti sum var sett í netið í seinasta sekundinum av dystinum.