info
Ongi úrslit

Enn er óvist nær tey sleppa aftur til arbeiðis

Útlitini hjá teimum, sum vórðu søgd úr starvi á flogvøllinum, eru einki serlig.

Áki Bertholdsen
22. juni 2020 kl. 21:25
Tað eru eingi serlig útlit til, at starvsfólkini, sum mistu starvi á flogvøllinum í kjalarvørrinum á korona, fáa arbeiðið aftur enn á sinni. Tað skilst á øllum brøgdum, nú Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, um viðurskiftini á flogvøllinum. Tá ið korona legði alla flogferðsluna lamna, segði Vága floghavn 20 fólkum úr starvi fyri at forða fyri, at fíggjarliga grundarlagið verður tikið undan flogvøllinum. Í hesum sambandi hevur Vága Floghavn mett um, hvussu flogferðslan ímillum Føroyar og umheimin fer at vera fram til árslok 2021. Metingarnar byggja á samskifti við tey flogfeløg, sum brúka Vága Floghavn, og á altjóða metingar av flogferðsluni komandi árini. – Út frá metingunum hevur floghavnin mannað seg til tann miðaltørvin, sum kann væntast at verða tað næsta hálvtannað árið, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at talið á starvsfólkum verður støðugt lagað til flogferðsluna tær ymsu árstíðirnar. Men hóast ferðslan nú spakuliga veksur aftur, hevur tað ikki við sær, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum fyribils. Tað vanliga er, at flogferðslan er størri frá juni til august um summarið, enn hon er restina av árinum. Soleiðis verður eisini í ár – men talið á flogførum fer at verða munandi lægri í ár enn tað hevur verið um somu tíð tey undanfarnu árini. Í ár er væntandi, at talið á ferðafólkum ikki verður meiri enn eini 30 – 40 prosent av tí tað var í fjør, sigur, landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at í løtuni er óvist, nær flogferðslan kann væntast at koma uppá støði, sum hon hevur verið undanfarin ár og tí ber heldur ikki til at siga, nær flogvøllurin aftur fer at seta fleiri fólk í starv, ella um tey fara at seta fleiri fólk í starv aftur yvirhøvur.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Elbilarnir meira enn tví­fald­að­ir síð­an árs­byrjan 2024

27 minuttir síðan
Tíðindi

Ákærdur fyri kynsligan ágang móti 70 børnum í Týsklandi

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

1 tími síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogvanlukka nærindis amerikansku Palm Beach

2 tímar síðan
Tíðindi

»Running sushi« við kant­in á før­oyska land­grunni­num?

3 tímar síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin skipar telefonráðgeving til dagstovnaøkið

3 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

3 tímar síðan
Tíðindi

– Eg havi brølandi ADHD – hjálpin má koma fyrr

3 tímar síðan