Eplafestivalur og seinsummardagur sum felags tiltak 

Í kvøld fer Sands bygdarráð at hava fund, og í annaðkvøld verður felags fundur um eitt felags tiltak við Seinsummardegi og Eplafestivali.

 

Eplafestivalurin er eitt hugnaligt tiltak, sum setir fokus føroyska grøði og framleiðslu.

 

 

Eplafestivalurin, sum í nøkur ár hevur verið hildin í Trøðum á Sandi, hevur havt stóran áhuga millum fólk. Hetta hevur verið eitt tiltak, sum Veltan hevur staðið aftan fyri og hevur samskipað - eitt tiltak, sum serliga setir fokus á vøkstur og føroyska framleiðslu. 

 

Í fjør var eingin Eplafestivalur, og ivasamt hevur verið, um nakað tiltak fór at verða í ár heldur. 

 

Nú bendir tó mangt á, at Veltan, Sands kommuna og feløg á Sandi annars saman fara at reisa eitt tiltak á føtur, sum helst verður leygardagin hin 2. oktober.

 

Í kvøld verður fundur í Sands bygdarráði, og í annaðkvøld verður fundur á Sandi, har øll áhugaði fyri einum tiltaki eru vælkomin.

 

Umframt Eplafestivalin, sum Veltan hevur samskipað, plagar Sands kommuna eisini at skipa fyri tiltakinum, Seinsummardagur. Bæði tiltøkini hava verið væl umtókt, men hvørki teirra varð hildið í fjør, tá stór óvissa var um koronu. 

 

Í hesi vikuni verður funnið út av, um Sands kommuna, Veltan og feløg á Sandi annars kunnu skipa eitt samstarv, soleiðis at Seinsummardagur og Eplafestivalur verða løgd sama í eitt felags tiltak í ár.

 

Her verður hugsað, at dagurin byrjar við felags morgunmati á Sandi og onkrum tónleikatiltaki seinni, og at ymiskar sølur, framsýningar og annað verður í bóndaumhvørvinum í Trøðum, soleiðis sum vanligt er, tá Eplafestivalur hevur verið hildin.

 

##med2##

 

 

 

Eplafestivalurin er eitt hugnaligt tiltak, sum setir fokus føroyska grøði og framleiðslu.

Tey eru mong, sum hava spurt, um Eplafestivalur verður í ár, og nú er líkt til, at tiltakið verður.