Íslendingar hava fingið nóg mikið av, at Apple ikki bjóðar íslenskt mál í sínum stýriskipanum og talgildum tænastum.
Á íslendska móðurmálsdegnum, sum var í gjár, settu íslendska máltøknimiðstøðin Almannarómur og Íslandsstofa saman við íslendsku stjórnini eina nýggja herferð í verk.
Endamálið er at fáa Apple at taka íslenskt við sum eitt av málunum í sínum tólum og skipanum.
Tað skrivar Morgunblaðið.
Herferðin hevur heitið „Tryggjum íslenskunni framtíð í tøkni“, og almenningurin verður eggjaður til at skriva undir eina áheitan á Apple.
Hevur verið trupult at fáa samband við Apple
Óttar Kolbeinsson Proppé, sum arbeiðir við altjóða viðurskiftum hjá Almannarómi, sigur við Morgunblaðið, at tað hevur verið óvanliga trupult at fáa samband við Apple.
Íslendskir ráðharrar hava áður skrivað til fyritøkuna og biðið um, at íslenskt verður tikið við í skipanirnar, men uttan stórvegis úrslit.
Sambært honum er Apple ein av teimum fáu stóru tøknifyritøkunum, sum enn ikki hava tikið íslenskt við í sínar loysnir.
Bæði stýriskipanirnar hjá Apple og talgildi hjálparin Siri mangla framvegis íslenskt mál.
Fingu samband við Microsoft gjøgnum krimihøvund
Óttar Kolbeinsson Proppé greiðir eisini frá einum heldur serligum dømi um, hvussu íslendingar hava arbeitt fyri at fáa samband við stóru tøknifyritøkurnar.
Tá tey royndu at fáa samband við Microsoft, eydnaðist tað at finna ein leiðara í fyritøkuni, sum var stórur fjeppari av íslendska krimihøvundinum Arnald Indriðason.
Íslendingarnir góvu honum allar bøkurnar hjá høvundinum við undirskrift.
Hetta hjálpti teimum at fáa samband við rætta viðkomandi í Microsoft.
Men við Apple hevur tað verið nógv truplari.
Óttast fyri framtíðini hjá málinum
Íslendski mentanar-, nýskapanar- og hægri útbúgvingarráðharrin, Logi Einarsson, er eisini við í herferðini.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri framtíðina hjá íslendskum, at málið verður tøkt í nýggjastu tøknini.
Íslendingar vilja millum annað hava møguleika at brúka telefonir, teldur og talgildar hjálparar á egnum máli.
Endamálið við herferðini er bæði at leggja trýst á Apple og at vísa altjóða tøknifyritøkum, hvørjar máltøkniligar loysnir íslendingar longu hava ment.
Eisini áhugavert fyri føroyskt
Støðan í Íslandi minnir um avbjóðingarnar hjá føroyskum.
Føroyskt er heldur ikki millum málini, sum kunnu veljast sum brúkaramál í stýriskipanini á iPhone, og Siri er heldur ikki tøk á føroyskum.
Tí er íslendska átakið eisini áhugavert úr føroyskum sjónarhorni.
Spurningurin er, um Føroyar kunnu læra av íslendska arbeiðinum og samstarva við íslendskar málmyndugleikar um at fáa smáu norðurlendsku málini betur umboðað í talgildu skipanunum hjá stóru tøknifyritøkunum.
Íslendingar vóna, at ein stór undirskriftainnsavning kann fáa Apple at taka málið í størri álvara.
Kelda: Morgunblaðið.