Magdalena Andersson er komin eitt stig nærri at kunna skipa stjórn í Svøríki. Í kvøld boðaði forkvinnan í Centerpartiet, Elisabeth Thand Ringqvist, svensku tíðindastovuni TT frá, at flokkurin fer at samráðast víðari við Socialdemokraterna.
Bæði Magdalena Andersson og formaðurin í Moderaterna, Ulf Kristersson, løgdu fríggjadagin hvør sítt uppskot til eina stjórnarskipan fyri Centerpartiet. Flokkurin hevur nú valt at arbeiða víðari við uppskotinum hjá Andersson.
Thand Ringqvist sigur, at fleiri avgerandi spurningar um politisku kósina, fíggingina av týðandi nýskipanum og undirtøkuna í Ríkisdegnum enn eru óloystir. Hon sigur, at ein avtala krevur, at Vänsterpartiet sleppur kravinum um at vera við í stjórnini, og at bæði Vänsterpartiet og Miljöpartiet taka undir við uppskotinum.
Vänsterpartiet heldur fast
Ida Gabrielsson, leiðari í Vänsterpartiet, segði í kvøld í sjónvarpssendingini Agenda, at hon fegnast um, at Centerpartiet hevur valt reyðgrønu síðuna. Hon heldur samstundis fast við, at Vänsterpartiet skal vera partur av stjórnini.
Andersson segði fríggjadagin, at ein minnilutastjórn við Socialdemokraterna, Miljöpartiet og Centerpartiet er í ljósmála. Hon segði eisini, at Vänsterpartiet ikki skal vera við í stjórnini.
Í kvøld tók Andersson væl ímóti avgerðini hjá Centerpartiet. Hon segði, at hon nú fer at taka stig til næsta umfar í stjórnarsamráðingunum við Centerpartiet, Miljöpartiet og Vänsterpartiet.
/ritzau/