info
Ongi úrslit

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

Bjarni í Selvindi og Teis Horn Rasmussen skutu væl av málum

Heri Á. Simonsen
17. november 2026 kl. 20:25

Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur, og liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro vóru fyri tapum í EHF European League í kvøld.

Á útivølli í Ungarn tapti Valur tepurt 28-29 fyri Tatabanya í innleiðandi bólki H. Í steðginum var Tatabanya á odda 14-12.

Bjarni skoraði fimm mál upp á átta málroyndir, og hann var triðbesti málskjúttin hjá Vali í kvøld.

Í sama bólki spælir liðið hjá Magnusi Árasyni, Mors-Thy í skrivandi stund dyst á útivølli móti slovenska liðnum, RD Slovan.

Vit venda aftur við tí dystinum og støðuni í bólkinum seinni í kvøld.

Í bólki F tapti liðið hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro í Gråkjær Arena 27-31 fyri spanska liðnum, Torrelavega, ið var á odda 15-12 í steðginum.

Teis var effektivur. Hann skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir.

Aftaná fýra dystir er Torrelavega fremst í bólkinum við átta stigum. TTH Holstebro hevur fýra stig.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

34 minuttir síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

1 tími síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

4 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

4 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

5 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarligt flutningsflogfar dottið niður í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Meta at 90 milli­ard­ir verða hvít­vask­aðar ár­liga í Danmark

6 tímar síðan
Tíðindi

26 grøn­lend­ing­ar krevja 3,25 milli­ónir frá danska statinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur við Gjógv í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Ráðstevna um rottutýning

8 tímar síðan