info
Ongi úrslit

U19-landsliðið tapti eisini triðja dystin

Føroyar megnaðu ikki at liva upp til favorittstøðuna móti Aserbadjan

Mynd: FSF
Heri Á. Simonsen
17. november 2026 kl. 19:55

Í EM-undankappingini í Ligu B hevði føroyska U19-landsliðið undan triðja og seinasta dystinum í bólki 1 móti Aserbadjan tapt 1-4 fyri Serbia og 0-1 fyri Montenegro.

Aserbadjan hevði tapt 0-4 fyri Serbia og 2-7 fyri Montenegro, og vóru vónirnar tí góðar, at Føroyar fóru at fáa úrtøku í dag. Okkara høvdu eisini eina lítla favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum.

Men Føroyar drógu svart. Aserbadjan vann dystin 2-0. Eitt korter var farið, tá Aserbadjan legði seg á odda, og klokkan vísti 67 minuttir, tá teir øktu til 2-0 við einum brotssparki.

Montenegro framdi eitt bragd í dag við at vinna 3-2 á serbisku vertunum.

Montenegro vinnur bólkin við níggju stigum. Serbia hevur seks stig, Aserbadjan trý stig, og Føroyar einki stig.

Fyrstu 11:

Tróndur Sjúrðarson
Silas Joensen
Dennis Anghel
Rasmus Helgason
Jógvan í Lon
Rósing Toyt
Sigurd Ulriksen
Djóni Sivertsen
John Ziska Joensen
Ezra Lukama
Markus Klein Danielsen

Eyka:

Nóa Klein Joensen
Eyðtór Joensen
Jóel Tróndargjógv
Jákup Kristiansson Poulsen
Dánial Mørkøre
Jógvan í Skála

Kelda: FSF

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

EHF European League: Mors-Thy var fyri stórtapi í Slovenia

4 minuttir síðan
Fótbóltur

Nations League: Leggja fyri móti Ísrael á útivølli

34 minuttir síðan
Hondbóltur

European League: Valur og TTH Holstebro taptu

1 tími síðan
Tíðindi

Psykiatriski depilin flytir í H-bygninginum

4 tímar síðan
Tíðindi

Íslendingar krevja ís­lenskt mál í iPhone og Mac

4 tímar síðan
Tíðindi

Bara fýra atkvøður fyri at avmarka stutttíðarleigu

5 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarligt flutningsflogfar dottið niður í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Meta at 90 milli­ard­ir verða hvít­vask­aðar ár­liga í Danmark

6 tímar síðan
Tíðindi

26 grøn­lend­ing­ar krevja 3,25 milli­ónir frá danska statinum

7 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur við Gjógv í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Ákæruvaldið kært úrskurðin í Bakkafrostmálinum

8 tímar síðan
Tíðindi

Ráðstevna um rottutýning

8 tímar síðan