20. juni 1969 – 23. august 2021
Ikki varnaðust vit, at nakað var galið hjá Eyðfinni, tá hann fór í summarfrí beint eftir ólavsøku. Longu týsdagin eftir endaði hann á Landssjúkrahúsinum við blóðtøppi, haðani hann varð sendur á Ríkissjúkrahúsið. Har royndu tey tað, tey kundu at bjarga honum. Men mánakvøldið slóknaði hann, einans 52 ára gamal.
Eyðfinn var sonur Esther og Benny Drewsen í Havn. Esther, fødd Nolsøe, var av Landavegnum í Havn. Benny var dani, ættaður úr Keypmannahavn. Hann andaðist í 2016, 79 ára gamal.
Umframt Eyðfinn áttu Esther og Benny eldra bróðurin Svend Åge og yngru systrina, Anitu.
Eyðfinn vaks upp við Velbastaðvegin í Havn. Pápin var fotografur, málaði – og vit havnarbørn, sum eru um sama aldur sum Eyðfinn, minnast væl »Gávubúðina« hjá Benny Drewsen í kallaranum hjá Herluf Arnason í Tórsgøtu. Har handlaði hann við gávulutum, leikum og ikki minst egnu list síni.
Mamman, Esther arbeiddi í mong ár hjá bilstøðini AUTO, har hon hevði bókhaldið um hendi.
Barnaárini gekk Eyðfinn fyrst í Drotning Ingridar Barnagarði, síðani á Venjingarskúlanum frá 1976 til 86, og eftir barnaskúlaárini tók hann handilsskúlaprógv á Handilsskúlanum í Havn í 1989.
Hann arbeiddi nøkur ár hjá P/F Otto Reinert. Var eitt stutt tíðarskeið tøkningur í Útvarpi Føroya. Í 1993 undir kreppuni miklu flutti hann niður til Keypmannahavnar, har hann starvaðist á einum skúlaradio, har framhaldsnæmingar gjørdu sendingar, og Eyðfinn var teimum ein dugnaligur og hollur tøkningur og vegleiðari.
Í útisetatíðini var Eyðfinn eisini tøkningur og vertur hjá Føroyska Nærvarpinum í Keypmannahavn.
Um aldarskiftið flutti Eyðfinn heim til Føroya fyri at arbeiða hjá tí fyrsta Rás2 hjá Petur Jacobsen í Søldarfirði. Nakað seinni keypti Eyðfinn hús norðuri í Sundunum í Kollafirði, har hann treivst væl.
Í 2007 fylgdi Eyðfinn við, tá Miðlahúsið keypti Rás2 frá Petur Jacobsen, og har starvaðist hann til 2014, tá hann fór at arbeiða sum tónleikasamskipari og lýsingarframleiðari hjá VoxPop og Kiss FM.
Kiss FM og Rás2 løgdu saman í 2015, og skifti seinni navn til FM1.
##med2##
Eyðfinn starvaðist seinastu árini sum tónleikasamskipari, lýsingarframleiðari, tøkningur og vertur á FM1 og VoxPop.
At Eyðfinn var sera vitandi inn tónleik, vita vit øll, sum kendu hann. Og at hann dugdi væl at brúka sína vitan, hoyrdu vit so væl, tá hann saman við James Olsen – teir vóru morgunvertir á Rás2 – vóru við í spurnarkappingini á Quiztinum í útvarpinum hjá Kringvarpinum.
Teir stóðu seg sera væl og endaðu í finaluni ímóti fakfelagskvinnu og advokati – í sending, sum varð send beinleiðis úr Atlantis í Klaksvík – við áskoðarum 31. januar í 2009.
Tá so Gunnar spurdi um útlendskan tónleik, spældi hann eitt sera stutt stykki – bara eitt brotsekund – av sanginum Grace Kelly við Mika. Tað einasta, ið liðini hoyrdu, var »Ka tjing«, sum var endin á sanginum. Hitt liðið og James ristu bara við høvdinum – men tá letur so sannførandi í Eyðfinni:
»Hatta er Mika!«
Og tað lýsir so væl gløggu eygleiðingarnar hjá Eyðfinni – og soleiðis vunnu teir spurnarkappingina í útvarpinum hetta árið.
Og júst tí at Eyðfinn hevði so stóran áhuga fyri tónleiki, og visti nógv um tónleik, varð hann um aldarskiftið valdur at vera »Ársins DJ í Føroyum«.
Eyðfinn framleiddi fleiri spennandi Remix við eldri føroyskum tónleikaútgávum, ið hann peppaði væl upp við sínum eyðkendu rútmum.
Eyðfinn hevði stóra vitan um alt slag av tónleiki. Hann tók altíð eitt eyka tak og var øllum hjálpsamur og fyrikomandi, og hann hevði altíð tíð til eitt vinarligt prát.
Eyðfinn verður stórliga saknaður av okkum øllum. Størstur er tó saknurin hjá mammuni, systkjunum og dóttrini, Lindu.
Ærað veri minnið um eitt gott menniskja, ein dugnaligan, fittan og fyrikomandi starvsfelaga.
Vit í Miðlahúsinum