##med2##
Jákup Jacobsen, í róðrarumhvørvinum kendur sum Reyði-Jákup fer saman við Edmundi Berg og einum onglendingi at royna at rógva allan teinin úr Florida til Føroya. Lagt verur frá landi í morgin klokkan níggju.
Jákup Jacobsen hevur vónir um, at teir klára at koma til Havnar á ólavsøku. Dreymurin hjá Jákupi, ið er gamal róðrarmaður er, at teir tríggir koma til Havnar millum áttamannafars og tíggjumannafarsróðurin ólavsøkuaftansdag.
Jákup Jacobsen sigur, at teir hava fyrireikað seg væl, og í Florida hava teir fingið nógva hjálp. Enntá hevur ein prestur verið og signa bátin og ferðina hjá teimum trimum.
Jákup Jacobsen greiðir frá, at teir hava kannað streymviðurskiftini og útlitini til fulnar, og teir hava góða vónir um, at teir fara at megna at fremja teinin, ið hevði verið eitt stórt roysnið.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Jákup Jacobsen í tíðindasendingini hjá FM1.