FM1: Verjukempan av Toftum var fjálturstungin undan debutini

(FM1) Hoyr Andrias Edmundsson seta orð á A-landsliðsdebutina hjá sær

Mynd: Tróndur Arge

##med2##

 

Kosovo-Føroyar 1-1 (0-0)

 

1-0 Beslimi (64.) 

 

1-1 Stefan Radosavljevic (77.) 

 

- Eg var eitt sindur fjálturstungin um at sleppa at byrja inni fyrstu ferð. Eg haldi ikki, at tað er nakar í mínari familju, ið ikki hevur fingið boðini, at eg skuldi byrja inni. Orðini eigur unga verjukempan av Toftum, Andrias Edmundsson aftaná debutina í 1-1 javnleikinum móti Kosovo á útivølli.

 

Aftaná drúgvan skaða og lítla spælitíð í Aguilas í Spania er Andrias eyka fegin um at sleppa á vøllin aftur. Tó er hann sjálvatfinningarsamur um egið avrik. Hann heldur, at hann gjørdi mistøk, ið hann vanliga ikki ger í einum dysti. 

 

Nú fer Andrias við góðum treysti til Noregs fyri at royndarvenja við Odd. Talan er um eina royndarvenjing, ið Gilli R. Sørensen hevur fingið í lag. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á FM1 við Andrias Edmundsson aftaná dystin niðri í Kosovo. 

 

Mynd: Tróndur Arge

Samrøða við A-landsliðsdebutantin, Andrias Edmundsson

Samrøða við A-landsliðsdebutantin, Andrias Edmundsson