info
Ongi úrslit

Heðin Mortensen má halda seg til veruleikan

Jákup Dam
12. januar 2022 kl. 18:01

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, skrivar í lesarabrævi, at eg sum formaður í Teknisku nevnd í seinastu setu havi ferðast runt í Danmark, Noregi og Íslandi at kunna meg um elbussar, uttan at minnilutin er sloppin við, og setur spurnartekin við mítt minni.

Fyri tað fyrsta, so havi eg tað at siga, at einasti túrur, sum vit á Tekniska økinum í Tórshavnar kommunu skipaðu fyri, var túrurin til Noregs. Har skal eg upplýsa, at allir limirnir í Teknisku nevnd vóru bodnir við, men tíverri góvu báðir limirnir í minnilutanum avboð. So at siga, at minnilutin ikki slapp við, er ein beinleiðis lygn.

Til hinar túrarnar er at siga, at tað har var annar fyriskipari við nógvum øðrum luttakarum. Teir túrarnir vóru til Danmarkar(Roskilde) og Ísland(Reykjavík). Har kann eg upplýsa Heðin Mortensen, at hann sjálvur luttók á túrinum í Danmark. Spell, at borgarstjórin skal seta spurnartekin við mítt minni, tá borgarstjórin ikki ein gang minnist sjálvur, at hann var við á túrinum.

Eg havi viðheft eina mynd, sum eg  tók á kunnandi túrinum í Roskilde, har vit síggja borgarstjóran, Heðin Mortensen, koma gangandi út úr tí eina elbussinum, sum vit høvdu verið túr við. So kann lesarin sjálvur meta um trúvirðið í greinini hjá borgarstjóranum, og hvør av okkum báðum minnist betur.

Jú, mín partur skal ikki liggja eftir fyri at finna rættu loysnina til Bussleiðina. Vit mugu hava eitt sera gott grundarlag at taka støðu út frá, og vónandi fer tað at eydnast at finna eina framtíðarloysn, sum allir borgararnir verða nøgdir við og sum fer at gagna framtíðini.

Jákup Dam,

býráðslimur og fyrrverandi formaður í Teknisku nevnd

 

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

18 tímar síðan

Artur verður fíggjarleiðari

25. september kl. 12:41

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fregnartænasta: Kim Jong-un vigar um 140 kilo

29 minuttir síðan
Tíðindi

Spenningur um fyrstu fíggj­ar­lóg­ina hjá nýggja lands­stýrinum

1 tími síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp í Kaldbaksbotni

1 tími síðan
Fótbóltur

U21 EM: Føroyar hava eina lítla favorittstøðu

2 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus vann seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini

8 tímar síðan
Tíðindi

KI-stríðsflogfar vann á royndum flogskiparum

9 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

10 tímar síðan
Tíðindi

Latið okkum! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið

10 tímar síðan
Fótbóltur

Spania vann stórsigur - Slovakia vann á Kasakstan í okkara bólki

10 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lata AI-vinnuna seta sínar egnu reglur

10 tímar síðan
Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

11 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni í European League

11 tímar síðan