info
Ongi úrslit

Helgi og Bjarni vóru toppskjúttar hjá Kristiansand

Tað gjørdist talan um tap hjá báðum føroyingaliðunum í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag

Heri Simonsen
11. februar 2024 kl. 18:25

Tvey føroyingalið í bestu norsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

Helgi H. Hoydal, Bjarni í Selvindi, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand taptu á útivølli stórt 23-33 í grannauppgerðini móti Arendal. Í fyrra hálvleiki var Kristiansand væl við, og í steðginum var Arendal bert á odda 13-12. Í seinna hálvleiki var Arendal greitt omaná.

Helgi og Bjarni gjørdust saman við Oliver Hamann-Boerith toppskjúttar hjá Kristiansand. Teir skutu fimm mál hvør. Tróndur skoraði eitt mál, og legði upp til fimm mál. Bjarni legði eisini upp til trý mál, so føroyingarnir gjørdu sítt.

Kristiansand er næstaftast í deildini við sjey málum.

Komandi sunnudag hevur Kristiansand torføran heimadyst. Tá kemur greiða oddaliðið, Kolstad á vitjan.

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget taptu á heimavølli í Ekeberg-høllini 25-35 fyri Kolstad. Kolstad var á odda 19-9 í steðginum.

Kjartan legði upp til tvey mál í dag.

Bækkelaget er triðaftast í deildini við 11 stigum.

Komandi sunnudag spælir Bækkelaget dyst á útivølli móti Sandnes. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

20 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

14 tímar síðan

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

1 tími síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Túsundtals mót­mæltu stjórn­ini í Albania

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ og KÍ hava favorittstøðurnar móti HB og B36

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump vil lokka við russiskum gassi og ES-limaskapi

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Elias skjóta tvey flott mál móti Erlangen

4 tímar síðan
Ítróttur

Kvinnurnar og menninir hjá Fleyr vunnu á Mjølni

5 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

11 tímar síðan
Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

13 tímar síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

14 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

14 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

14 tímar síðan