info
Ongi úrslit

Í morgin letur Kioskin á Bakarínum upp á Sandi

Tað gleðir mong á Sandi og í Sandoynni sum heild, at nýtt leigumál er funnið, og at nýggja kioskin letur upp í morgin.

Vilmund Jacobsen
23. januar 2022 kl. 22:15

- So upprann dagurin, sum vit hava verið so ótrúliga spent upp á.

Tað siga tey, sum standa aftan fyri spildurnýggju kioskina á Sandi, sum í mong ár hevur verið í Trøðum.

- Vit lata upp mánamorgunin 24. januar klokkan 08 - og sjálvandi við nýbakaðum morgunbreyði.

Tey, sum hava rikið kioskina í leigaðum hølum í Trøðum, noyddust nú antin at gevast ella at finna sær onnur høli.

Og tíbetur valdu tey tað seinna.

Tað gleðir mong á Sandi og í Sandoynni sum heild, at nýtt leigumál er funnið, og at hølini nú eru klár at lata upp.

Nýggja kioskin - Kioskin á Bakarínum - verður nú í hølunum, har Anfinnur og Karin í Soylu høvdu bakarí í 40 ár.

Eyðvarur Petersen, sum eigur og rekur virksemið, hevur seinastu tíðina saman við øðrum baksast við at rigga nýggju hølini til.

Nú er komið undir land, og hetta verður ein góð og hugnalig kiosk, sum liggur sera væl fyri á Sandi við góðum parkeringsmøguleikum.

- Vit vóna, at tit fara at taka líka væl undir við nýggju kioskini, sum tit gjørdu, tá vit vóru í Trøðum, siga tey í Kioskini á Bakarínum, sum letur upp stundisliga í morgin.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

5 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

6 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

7 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

7 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

7 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

8 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

9 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

9 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

9 tímar síðan