info
Ongi úrslit

Jóan Magnus við nýggjum báti á bátastevnu

- Hetta er nakað heilt annað, og eg eri fantastiska glaður fyri bátin, sum ber seg sera væl í sjónum.

Vilmund Jacobsen
25. mai 2022 kl. 07:06

Sjálvt um báturin - ein Bella 700 Raid - bara hevur verið nakrar dagar í Vestmanna, torir eigarin longu nú at siga, at hetta er ein fantastiskur bátur til tað brúk, hann er ætlaður til. Hetta er ein finskur bátur, og tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar.

Báturin er sjey metrar langur og hevur ein viðfestimotor á 200 HK Mercury V6, sum er eitt nýtt modell av hesum motorum. Ferðin liggur um einar 40 sjómíl um tíman. Jóan Magnus hevur havt ein Ørnvik, sum honum eisini dámdi væl, men hesin hevði einki hús og var tískil kaldur at vera í ein kaldan dag, sum hann tekur til. 

- Hetta er nakað heilt annað, og eg eri fantastiska glaður fyri bátin.

Jóan Magnus Olsen vísir á, at tá hann og tveir aðrir sigldu bátin úr Havn til Vestmanna herfyri, komu teir í nokso tvassut veður um Koltursleiðina og norður ímóti Vágalandinum.

- Ja, tað gjørdist rættiliga tvassut, men eg gjørdist púrasta ovfarin av, hvussu væl báturin bar seg í teimum líkindum sum vóru.   

##med2##

Síðan báturin kom til Vestmanna, hava Jóan Magnus og nakrir vinmenn verið onkran túr úti í Vestmannasundi, og hóast teir vóru fimm mans í bátinum henda túrin, kom ferðin upp á 37 sjómíl. Hann heldur, at vóru teir tveir - ella tvey - í bátinum, hevði ferðin komið upp á 40 sjómíl.
Bella 700 Raid, sum Jóan Magnus Olsen hevur keypt, er ikki ein gardinbátur, men meira ein bátur, sum kann brúkast til ein snøris-, tráðu-ella skjúttaratúr.
- Ikki tí, her kunnu ivaleyst tvey fólk liggja; her er wc, vask og kókiamboð. So, einki er ómøguligt, sigur hann brosandi.
Nú bátastevna verður í Vestmanna, ætlar Jóan Magnus Olsen sær út í fjørðin við nýggja bátinum. - Jú, tað er ætlanin, sigur hann og leggur aftrat, at tá kemur konan, Haidi, eisini við - og kanska onkur vinfólk aftrat.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

Í gjár kl. 12:21

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Agatha og Joan hava enn fyrsta stigið til góðar í Íslandi

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti oddaliðnum

57 minuttir síðan
Tíðindi

Trump stovnar serliga AI-eind í USA

1 tími síðan
Hondbóltur

Annar sigurin á rað hjá Ajax

1 tími síðan
Tíðindi

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Hannover Burgdorf er fjórðfremst í Bundesliguni

2 tímar síðan
Tíðindi

Lis heldur fram í Norðstreymi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar eru steypavinnari 2026

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ-kvinnurnar vendu 1-2 til 3-2 finalusigur í yvirtíðini

2 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ skoraði tvey mál í yvirtíðini og vann steypafinaluna

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur vann málveitsluna

3 tímar síðan
Tíðindi

SEV: Reisigildi í Skálafirði

3 tímar síðan