info
Ongi úrslit

Kavin argar fótbóltin

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnar í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða fríggjadagin, skrivar Fótbóltssambandið

Tróndur Arge
16. mars 2023 kl. 13:58

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt at útseta allar dystirnir í 3. umfari í 1. deild hjá monnum. Hvussu verður við øðrum kappingum um vikuskiftið, verður avgjørt aftaná døgurða fríggjadagin, skrivar Fótbóltssambandið.

Tað sær ikki út til at verða í bræði, at føroyski veturin vil sleppa. Kavin og kuldin hava meir ella minni fingið fastatøkur á fótbóltsvallunum kring landið, og aftur komandi vikuskifti fær hetta avleiðingar fyri onkrar av kappingunum.

Kappingarnevndin hjá FSF hevur í fyrstu atløgu avgjørt, at 3. umfar í næstfremstu deildini hjá monnum, sum er á skránni í annaðkvøld, fríggjakvøldið, fyribils er útsett.

Nærri fráboðan um, hvussu verður við dystunum í Betri Deildunum hjá kvinnum og monnum, og í 2. deild hjá monnum, sum eru á skránni leygardagin og sunnudagin, kemur væntandi tíðliga seinnapartin fríggjadagin.

Viðvíkjandi dystum í kappingini fyri U15, U17 og U21, verður heitt á feløgini um at semjast um annan leikdag, um ikki er spælandi ásettar dagar.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sálmar við styrki

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

4 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

4 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

6 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

6 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

7 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

7 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

7 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

8 tímar síðan