KD-Seafood var sett á stovn í 2003 og er høvuðsvirksemi hjá fyritøkuni global søla av laksi- og laksavørum. Kim Durhuus er eigari av fyritøkuni, og var hann á gólvinum hjá HSF herfyri, har nýggi sáttmálin var undirskrivaður saman við Gunn Ellefsen, starvsnevndarforvkvinnu í HSF.
– Til nýggja sáttmálan viðmerkir Kim Durhuus, at eins og KD-Seafood er ein altjóða handilsfyritøka, virkar føroyskur hondbóltur at vera vorðin alt meira globalur og sjónligur á altjóða pallinum. Tað er hugaligt at síggja føroyskar leikarar vikuliga á útlendskum sjónvarpsrásum, og verður tað eisini serstakliga spennandi at fylgja føroyska manslandsliðnum á tí heilt stóra sýnisglugganum, sum er EM-endaspælið í januar.
– Gunn Ellefsen sigur til nýggja samstarvið, at tað er hugaligt at vinnulívið vil stuðla og standa saman um landsliðini og føroyskan hondbólt. Vit fegnast um, at alt fleiri føroyskir leikarar spæla á hægsta stigi í fremstu deildunum í okkara grannalondum, men tá okkara landsliðsleikarar nú eru spjaddir yvir 6 ymisk lond í norðurevropa, er tað samstundis avbjóðandi fíggjarliga at savna teir til venjingar og dystir. Í hesum samanhangi munar góður stuðul veruliga.
Avtalan við KD-Seafood er galdandi fram til 2026.
KD-Seafood nýggjur stórstuðul hjá hondbóltinum KD-Seafood nýggjur stórstuðul hjá hondbóltinum
Hondbóltssambandið og fiskasølan KD-Seafood hava skrivað undir sponsoravtalu, sum inniber at KD-Seafood verður ein av stórstuðlunum hjá HSF.
Eirikur Lindenskov
16. november 2023 kl. 14:39
Mest lisið
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
Í gjár kl. 16:21
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
11 tímar síðan
21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður
17. oktober kl. 09:01
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Er Taxi Driver besti filmur?
7 minuttir síðan
Tíðindi
Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum
47 minuttir síðan
Hondbóltur
VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað
1 tími síðan
Tíðindi
Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin
1 tími síðan
Tíðindi
Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar
1 tími síðan
Hondbóltur
Myndir: Kyndil vann á KíF
1 tími síðan
Hondbóltur
Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF
1 tími síðan
Tíðindi
Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman
2 tímar síðan
Tíðindi
Stórhvalagildi á Kambsdali
2 tímar síðan
Fótbóltur
Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum
2 tímar síðan
Tíðindi
Ph.d.-verja: Rógvi Olavson
3 tímar síðan
Hondbóltur
Óli og liðfelagarnir vunnu seg víðari í Champions League
3 tímar síðan