info
Ongi úrslit

Korona aftur í Føroyum: Vænta ikki at fleiri eru smittað

Nú verður bíðað eftir úrslitinum á eini nýggjari roynd, áðrenn fleiri tiltøk verða sett í verk

Áki Bertholdsen
5. juli 2020 kl. 12:23
– Vit vænta ikki, at persónurin, sum fekk staðfest korona á flogvøllinum í Vágum í gjár, hevur smittað onnur. Tað sigur Lars Møller, landslækni. Sum hann boðaði frá í áðni, er ein koronatilburður staðfestur aftur í Føroyum, og tað er tann fyrsti síðani 22. apríl. Talan er um ein persón, sum kom við flogfari í gjár, men landslæknin vil ikki siga um talan er um ein føroying, ella um eitt útlendskt ferðafólk. Les meiri her: Ein koronatilburður afturat staðfestur í Føroyum Men hann sigur, at tilburðurin í gjár sá rættiliga friðarligur út og fyribils halda tey ikki, at tað er neyðugt at kanna tey, hann hevur ferðast saman við, ella verið saman við annars. Tey, sum fáa staðfest smittuna, fáa eisini tilboð um taka eina roynd, at vita um tey hava andevni ímóti korona í sær. Hava tey tað, er talan um eina gamla smittu, sum ikki smittar onnur, sigur landslæknin. Og hann sigur, at í hesum føri er útgangsstøðið, at tað er hetta, talan er um og tí væntar hann eisini, at tað er fult tamarhald á støðuni. Men hevur viðkomandi ikki andevni í sær, er talan um eina virkna smittu, og so verður málið tikið upp aftur í sambandi við smittusporing o.s.fr.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

1 minuttur síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

26 minuttir síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

46 minuttir síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

1 tími síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann aftur á Kyndli

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksurin dregur útflutningin upp – makrelurin nógv niður

4 tímar síðan
Ítróttur

KÍ hevur skrivað undir við nýggjan venjara

4 tímar síðan