Korona: Tey sum kanna seg sjálvboðið skulu rinda fyri tað

Nógv av teimum, sum ferðast til Føroya, eru ikki greið yvir, hvussu reglurnar eru

Nú um vikuskiftið vórðu nýggjar reglur settar í gildið fyri øll, sum ferðast til Føroya. Hetta hevur farsóttarnevndin sett í verk í kjalarvørrinum á, at korona aftur er farið at ganga av álvara.

 

Nýggju reglurnar eru, at tey, sum koma til Føroya, skulu hava koronupass. Koronupassið vísir um fólk eru koppsett ella um tey hava havt koronu. Koronupassið vísir eisini um fólk eru kannað fyri koronu, og at kanningin ikki er meiri enn 72 tímar gomul.

 

Men nógv av teimum, sum eru komin til Føroya við flogfari hetta vikuskiftið, eru rættiliga ørkymlað av nýggju reglunum, tí tað vísir seg, at summi skulu rinda fyri at verða kannað fyri koronu, men onnur verða kannað ókeypis.

 

Fólk, vit hava tosað við, siga, at tey eru komin til Føroya við flogfari um vikuskiftið. Tey hava koronupass, men kortini máttu tey rinda 390 krónur í part fyri at verða kannað fyri koronu. Men fólk, sum ikki høvdu koronupass, vórðu kannað ókeypis.

 

Tey siga, at hetta elvdi til rættiliga stóra misnøgd, tí fleiri, sum høvdu koronupass, vóru ill um, at tey fingu verri sømdir enn tey, sum ikki høvdu koronupass.

 

Tey skilja ikki mannagongdina, tí tey taka hetta sum um at fólk, sum fylgja tilmælunum frá landsstýrinum, og fáa sær koronupass, eru fyri vanbýti. Tey undrast á, at tey sum ikki fylgja tilmælunum, verða kannað ókeypis men tey, sum halda tilmælini, verða revsað.

 

Tað er Thetis, sum ger kanningarnar á flogvøllinum og stjórin har, Marita Debess Magnussen, sigur, at har er einki skeivt farið fram. Hon sigur, at tey, sum hava koronupass, kunnu koma til Føroya, uttan at verða kannað. Men Thetis hevur ein sáttmála við Heilsumálaráðið um, hvussu farast skal fram. Og treytirnar í sáttmálanum eru, at tey, sum ikki hava koronupass, skulu kannast fyri einki. Hinvegin er tað ikki eitt krav, at tey, sum hava koronupass, skulu kannast. Men vilja tey verða kannað kortini, stendur tað í sáttmálanum, at tey skulu rinda 390 krónur fyri tað. Tað merkir, at tey, sum sjálvboðini lata seg kannað, skulu rinda fyri tað.

 

Hon sigur, at tað er ein faldari til taks tl ferðafólk og har standa treytirnar útgreinaðar, sigur Marita Debess Magnussen.