info
Ongi úrslit

Leysur hundur vildi hava aðrar hundar út at spæla

Tað er ikki óvanligt, at hundur letur hurðar upp, og á Tvøroyri var ein slík hending í gjár, har fleiri hundar endaðu leysir úti á vegnum.

Vilmund Jacobsen
9. desember 2023 kl. 09:40

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan av Tvøroyri.

- Talan var um ein hund, sum gekk leysur og sum hevði latið úthurðina upp til aðrar hundar, sum síðan vóru slopnir sær á dyr.

Vaktleiðarin sigur, at hetta var ein hundur, sum dugir at lata hurðar upp - ja, ein "innbrotshundur", um vit so kunnu siga.

- Maðurin, sum ringdi, segði, at nú vóru hansara hundar eisini rýmdir, og hann stúrdi fyri, at hann kundi fáa eina bót.

Vaktleiðarin sigur, at tá hundar ganga leysir, verður aktingarmaðurin vanliga sendur út at fáa fatur í teimum.

- Verður staðfest, hvør eigur hundin, sum gongur leysur á almennum øki, kann hundaeigarin fáa bót, sigur vaktleiðarin.

Spurdur, hvussu nógvir hundar endaðu úti á vegnum, tá hesin eini hundurin hevði latið hurðina upp, sigur vaktleiðarin:

- Eigarin, sum ringdi, segði, at nú úthurðin stóð opin, vóru hansara hundar eisini farnir til stroks, sigur vaktleiðarin.


 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey skip rakt av dronum úti fyri Bulgaria

7 minuttir síðan
Tíðindi

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

53 minuttir síðan
Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

55 minuttir síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

1 tími síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

2 tímar síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

10 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

10 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

12 tímar síðan