info
Ongi úrslit

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

Formaðurin í amerikanska Umboðsmannatinginum óttast, at upptøkur av avrættingini av Nidal Hasan kunnu verða brúktar til at fáa fleiri at fremja yvirgang.

© Brendan Smialowski/Ritzau Scanpix
Mike Johnson fer ikki at hyggja, um avrættingin av Nidal Hasan verður send beinleiðis
Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 08:33

Mike Johnson, formaður í Umboðsmannatinginum í USA, hevur fyrivarni við ætlanini um at senda avrættingina av deyðadømda fyrrverandi hermanninum Nidal Hasan beinleiðis.

Tað sigur leiðandi republikanski politikarin í samrøðu við CBS News mánadagin.

– Stúranin er, at vit skapa eina upptøku, sum kann verða brúkt til at útvega nýggj yvirgangsfólk, sigur hann.

– Vit mugu hugsa væl um politisku avleiðingarnar av øllum hesum.

Nidal Hasan læt 5. november í 2009 skot av á herstøðini Fort Hood í amerikanska statinum Texas. 13 fólk lótu lív, og 32 vórðu særd.

Í 2013 varð Hasan, sum nú er 56 ára gamal, funnin sekur í øllum ákærunum og dømdur til deyða av einum amerikanskum herdómstóli.

Donald Trump, forseti, hevur góðkent, at Hasan verður avrættaður við skjóting á Fort Hood, har hann framdi brotsgerðina.

Í síðstu viku segði amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, at avrættingin fór at verða send beinleiðis.

– Fólk mugu skilja, at slíkar gerðir hava álvarsligar avleiðingar, segði hann.

Mike Johnson sigur við CBS News, at hann ikki fer at hyggja, um avrættingin verður send beinleiðis.

– Tað eru starvsfelagar, sum eru stúrnir, sigur hann.

Ætlanin hevur elvt til hvassar atfinningar bæði í USA og uttanlands. Fríggjadagin segði republikanski varaforsetin, J. D. Vance, eisini, at hann ikki fór at hyggja at avrættingini.

Sambært tíðindastovuni AFP hevur Trump tó sagt, at avgerð enn ikki er tikin um, hvørt avrættingin skal sendast beinleiðis.

Hasan hevur sitið í koyristóli síðani skottilburðin. Avrættingin verður tann fyrsta hjá amerikanska herinum í fleiri áratíggju.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

41 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

1 tími síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

8 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

8 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

10 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

11 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

12 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

13 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

13 tímar síðan