info
Ongi úrslit

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

Nógvur vindur er í væntu í morgin, mikudagin. Um middagsleitið kann vindferðin vera um 20 metrar um sekundið, og seinnapartin kann hon møguliga koma upp í 25 metrar um sekundið.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 08:04

Tað segði Knud Simonsen frá Veðurstovu Føroya við Kringvarpið í morgun.

Eitt lágtrýst fer eystur millum Føroyar og Ísland mikudagin og hevur nógvan vind og nógv regn við sær. Sambært Veðurstovuni rakar tað Føroyar sunnaneftir mikumorgunin, og sum dagurin líður, verður ættin útsynningur.

Í nýggjastu forsøgnini, sum varð skrivað klokkan 06.25 í morgun og er galdandi til á middegi mikudagin, verður sagt, at vindurin fyrrapartin í morgin veksur til 13 til 18 metrar um sekundið av sunnan. Tá verður samdrigið og regn.

Knud Simonsen metir, at vindurin veksur enn meira út á dagin. Um middagsleitið verður vindferðin um 20 metrar um sekundið, og seinnapartin kann hon møguliga koma upp í 25 metrar um sekundið.

Lítið lot í stórum parti av landinum í morgun

Í morgun var lítið lot í mesta partinum av landinum. Sunnast var tó meira vindur. Sambært Knudi Simonsen vístu mátararnir á Akrabergi og Porkerishálsi 14 til 18 metrar um sekundið.

Føroyar lógu tá í eyganum á einum lágtrýsti, sum mentist seinnapartin í gjár og flutti seg úr økinum við Skotland móti Føroyum. Sunnanfyri og eystanfyri lágtrýstið var fitt av vindi. Knud Simonsen greiddi frá, at tað hevði verið torført at spáa neyvt um veðrið, tí tað var treytað av, hvussu lágtrýstið rakti landið.

Sum fyrraparturin líður í dag, verður meira vindur av útnyrðingi, og ættin lækkar líðandi niður í vestan. Í kvøld verður vindferðin 10 til 15 metrar um sekundið av vestan, og í nátt verður hon 8 til 13 metrar um sekundið av útsynningi.

Síðan fer vindurin aftur at veksa fyrrapartin í morgin.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

20 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

5 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

1 tími síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

8 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

8 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

8 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

10 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

11 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

12 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

12 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

13 tímar síðan