info
Ongi úrslit
© Savnsmynd Sosialurin

Hetlendingar fáa 203 milliónir krónur til at fyri­reika tunnil

Tunnil til Yell verður raðfestur fyrst í ætlanunum um fast samband millum hetlendsku oyggjarnar. Peningur er settur av til fyrireikingarnar, men fíggingin av sjálvari byggingini er ikki tryggjað enn.

Eirikur Lindenskov
13. oktober 2026 kl. 09:24

Skotska stjórnin hevur váttað, at 23 milliónir pund eru settar av til at fyrireika tunnilsætlanina millum hetlendska meginlandið og oynna Yell.

Tað skrivar Shetland News.

Stjórnin hevur nú eisini staðfest, at játtanin er óheft av einari aðrari ætlaðari stuðulsskipan til íløgur í Hetlandi, Orknoyggjum og Suðuroyggjum. Møguligur stuðul úr teirri skipanini kemur sostatt aftrat teimum 23 milliónunum.

Peningurin skal brúkast næstu árini til kanningar og til at útgreina grundarlagið undir einum tunli til Yell.

Hetlendska oyggjaráðið hevur samtykt eina ætlan fyri samferðsluna millum oyggjarnar, har tunnilin til Yell verður raðfestur fremst millum føstu sambondini. Síðan kemur tunnil til Unst.

Sambært ráðgevunum kann ein tunnil undir Yell Sound verða liðugur í 2034 og ein tunnil til Unst í 2036. Hetta byggir tó á, at neyðuga fíggingin fæst til vega. Í tíðarætlanini verður roknað við, at arbeiðið við báðum tunlunum lutvíst fer fram samstundis, men at byrjað verður við Yell.Tunnilin til Yell kann sambært metingunum kosta meira enn 500 milliónir pund, sum svarar til 4,4 milliardir króur.

Orsøkin til, at Yell verður raðfest fyrst, er millum annað, at sambandið verður mett at gagna flest fólkum. Tað fer at lætta um ferðingina millum meginlandið og oyggjarnar Yell, Unst og Fetlar og kann eisini gagna alivinnuni á Yell og rúmdarstøðini SaxaVord á Unst.

Samtykta ætlanin fevnir eisini um nýggjar ferjur og ábøtur á havnir. Hetlendska oyggjaráðið hevur tó gjørt greitt, at stórur og varandi stuðul uttaneftir verður neyðugur.

Enn er eingin bindandi játtan til sjálva tunnilsbyggingina, og samtyktin hjá oyggjaráðnum bindur tað heldur ikki til at fara undir hana.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

21 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Í ár fara skógvaeskjurnar til Ukraina

17 minuttir síðan
Tíðindi

Johnson: Beinleiðis víst avrætting kann gagna yvirgangsfólki

1 tími síðan
Tíðindi

Vindurin kann koma upp í 25 metrar um sekundið í morgin

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit mugu raðfesta staðbundnar serlæknar

2 tímar síðan
Tíðindi

Sam­ráð­ing­ar um svart­kjaft, norð­havs­sild og makrel í London

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Mistak hjá Ara førdi til sigursmálið hjá Þór

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

9 tímar síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

9 tímar síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

11 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

12 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

13 tímar síðan