Hermann Oskarson og Hans Ellefsen:
So langt eru vit samdir. Útrokningar av tilfeingisrentuni verða ongantíð annað enn ábendingar undir ávísum fortreytum. Fróði vísir eisini á, hvussu trupult tað er at gera slíkar útrokningar, og tað eru vit samdir við honum í. Men talan er um frægastu ábendingar, vit hava. Høvdu rættindini verið seld á uppboðssølu, hevði marknaðurin sjálvur avdúkað virðið.
Men tá hann fer at skriva um ”rættvís” gjøld, og fer at skriva hvussu uppboðssølur virka, tá fylgjast vit ikki longur, tí tá er eftir okkara tykki ikki hald í tí hann skrivar.
Mótstøða aftur eftir hæli
Í dag er ongin ivi um at gjaldast skal fyri fiskirættindi. Men gloym kortini ikki, at fyri bert heilt fáum árum síðan var millum reiðarar og politikarar ikki talan um at gjalda fyri fiskirættindi. Reiðarar mettu fiskirættindini at vera teirra og ikki Føroya fólks ogn.
Tann tíðin er tíbetur farin. Nú er tað sligið fast við sjey tumma seymi, at fiskurin og alt sjófeingi er ogn Føroya fólks, og at skyldan at varðveita hesa ogn liggur á Løgtinginum, samstundis sum Løgtingið eisini Føroya fólks vegna veitir úrvaldum føroyingum rættin at fiska.
Legg merki til, at Løgtingið veitir nøkrum úrvaldum rættin at fiska, og at tað eisini merkir, at Løgtingið eisini bannar øllum øðrum føroyingum at fiska, tí soleiðis er rættindi skikkað: tey rættindi, sum einstakir borgarar fáa fram um onnur, skulu myndugleikarnir eisini við makt verja móti broti, um onnur gera seg inn á hendan givna framíhjá rætt hjá teimum úrvaldu borgarunum.
Talan er tí um ein sonevndan ekslusivan rætt, ein framíhjá rætt.
Sjálvandi ber ikki til at veita øllum føroyskum borgarum sama rætt at fiska, og tí má veljast, hvør ið sleppur fram at. Og tað kann gerast upp á so nógvar mátar, men hildið verður nú á døgum, at kapping um at keypa sær atgongd er best egnaði mátin. Løgtingið heldur kortini enn, at politikarar hava rætt at býta rættindi til teirra, sum Løgtingið av onkrum ávum heldur vera røttu føroyingarnar at eiga tey.
Øgiliga stór virði
Minst til, at her er ikki talan um seyðafrælsi ella gásafrælsi; talan er um hundraðtals miljónir av krónum á hvørjum ári. So tað er ikki heilt týdningarleyst, hvussu tær verða býttar.
Tú skalt eisini minnast til, at akkurát sama upphædd, sum fiskirættindini hava, skal tú gjalda eyka í skatti. Um fiskirættindi vóru stívliga eina milliard verd, sum útrokningar hava víst at tær hava verið síðstu árini, so skal hvør arbeiðandi føroyingur gjalda meira enn 40 túsund krónur eyka í skatti um ári, vórðu øll hesi rættindi latin ókeypis. Av tí at Løgtingið nú tekur eitt ávíst gjald fyri rættindini, betalir hvør arbeiðandi føroyingur nú slakar 30 túsund eyka í skatti hvørt ár vegna tess, at fiskirættindi verða latin fyri minni enn fullan prís.
Vit hava eisini eina ítøkiliga ábending um, at stór virði framvegis liggja í fiskirættindunum. Skip og feløg við rættindum verða seld fyri stórar upphæddir. Sjálvandi er ikki allur søluprísurin virðið á rættindunum. Skip, útgerð og onnur ogn hava eisini virði. Men rættindini hava eitt stórt kapitaliserað virði og hetta virðið er framvegis stórt, hóast vinnan longu rindar (at síggja til) stór tilfeingisgjøld. Marknaðurin vísir sostatt sjálvur, at eitt munandi virði liggur í atgongdini.
Um marknaðurin kann seta ein prís á fiskirættindini, tá tey verða handlað í øðrum liði, er nærliggjandi at spyrja, hví marknaðurin so ikki eisini skal sleppa at virka, tá rættindini verða latin í fyrsta liði?
Fyrst hildu politikarar og reiðarar fast um, at fiskirættindini vóru ikki Føroya fólks, hóast tað stóð í lógini, men tað bakkaður teir so frá. So hildu politikarar og reiðarar fast um, at rættindini skuldu latast ókeypis. So bakkaðu teir frá tí, og hava seinastu árini sett púra tilvildarlig gjøld á rættindini, alt eftir skilinum á fíggjarlóg landsins.
Men so leingi gjøldini verða ásett politiskt, er ongin trygd fyri, at tey nærkast virðinum á rættindunum. Tá gjøldini verða hækkað, verður kjakið skjótt um, hvussu nógv vinnan tolir, heldur enn um, hvat rættindini eru verd.
Gjald fyri rættindi er ikki skattur
Fiskivinnan rindar longu vanligan skatt av sínum yvirskoti, umframt veiðugjøld fyri ávís fiskasløg. Men hetta eru tvey ymisk ting. Veiðugjaldið er knýtt at tí tilfeingi, sum vinnan fær rætt at gagnnýta, meðan partafelagsskatturin verður lagdur á yvirskotið hjá fyritøkuni.
Ein annar møguleiki, sum Fróði nevnir, er í størri mun at grunda gjaldið á staðfest yvirskot. Men her er neyðugt at skilja millum tvey ymisk ting. Gjald fyri at fáa atgongd til eitt avmarkað náttúrutilfeingi er ikki tað sama sum skattur av yvirskoti. Tá ein reiðari rindar fyri eitt fiskirættindi, rindar hann fyri eitt rættindi við búskaparligum virði. Síðani rindar fyritøkan skatt av sínum yvirskoti eins og aðrar fyritøkur.
Við kapping um rættindini verður roknistykkið í staðin gjørt av teimum, sum kenna fyritøkuna best. Reiðarin metir sjálvur um fiskaprísir, kvotur, kostnað, rentur, íløgur og váða og ger út frá tí av, hvat hann er sinnaður at gjalda fyri rættindi. Tað almenna nýtist tá ikki at gera av, hvat rættindi er vert.
Fróði vísir eisini á, at uppboðssøla hevur váða við sær, tí kvotur, fiskaprísir og kostnaður kunnu broytast. Tað er rætt, men váði er ein vanligur partur av at reka vinnu. Byggifyritøkur bjóða til dømis upp á arbeiði, hóast tær ikki við vissu kenna framtíðar lønir, tilfarsprísir, rentur og aðrar kostnaðir. Tær mugu meta um váðan og taka hann við í boðið. Og verða fiskirættindi boðin út regluliga heldur enn eina ferð fyri alla framtíð, fer marknaðarprísurin eisini at laga seg eftir broyttum kvotum, fiskaprísum, kostnaði og váða.
Tvær misskiljingar um uppboðssølur
Serliga tvey fyribrigdi verða ofta misskilt í sambandi við uppboðssølur, og bæði hómast í viðmerkingini hjá Fróða Magnussen.
Hitt fyrra er tað, at “ein uppboðssøluprísur vísir, hvat hægsti bjóðari væntar at kunna gjalda“, sum stendur í greinini. Umleið helvtin av føroysku uppboðssølunum av fiskirættindum árini 2016-2019 vórðu tó skipaðar øðrvísi. Har vórðu boðini raðfest, til tann útbodna nøgdin var býtt, og lægsta vinnandi boðið gjørdist galdandi prísur fyri allar vinnandi bjóðarar. Eisini tann, sum hevði hægsta boðið, kundi tí enda við at gjalda minni enn tað, hann upprunaliga hevði bjóðað.
Hin seinna misskiljingin er tann, at tað eru tær størstu og ríkastu fyritøkurnar, sum vinna allar uppboðssølurnar. Tað er heldur ikki rætt, og tað veit Fróði Magnussen væl. Tá Formula til dømis bjóðar upp á verkætlanir hjá tí almenna, hevði tað verið ein vána strategi at brúka av eginognini til at vinna kappingina um arbeiðið. Og vóru hesi útboð fleiri ferðir um árið, varð kassin skjótt tómur. Og annarleiðis er ikki við uppboðssølunum av fiski, sum tí nettupp eggja teimum við besta rakstrinum at kappast við tey ríkastu.
Alivinnan er hin helvtin
Fiskivinnan er heldur ikki einsamøll um hendan spurningin. Útrokningar hava víst, at eisini í alivinnuni er ein stór tilfeingisrenta eftir, tá verandi tilfeingisgjøld eru goldin. Tað er hesa óinnheintaðu tilfeingisrentuna, vit tosa um, ikki samlaða yvirskotið hjá vinnuni.
Alivinnan er sjálvandi øðrvísi enn fiskivinnan. Aling krevur stórar og langtíðar íløgur, og tað virðið, sum ein alari skapar við kapitali, arbeiði, tøkni, dugnaskapi og váða, skal sjálvandi ikki blandast saman við tilfeingisrentuna. Men eitt gott aliøki er eisini eitt avmarkað náttúrutilfeingi. Tá ein fyritøka fær eksklusivan rætt at brúka eitt øki til aling, fáa onnur ikki somu atgongd. Tí hevur sjálv atgongdin eisini eitt búskaparligt virði.
Frá 2025 hevur føroyska alivinnan fingið ein eyka skatt á 12 prosent av skattskyldugu inntøkuni frá aling av fiski á sjónum, umframt vanliga partafelagsskattin. Enn er tó ivasamt, hvussu nógv hesin skatturin í veruleikanum fer at geva landskassanum.
Royndirnar úr Noregi eru áhugaverdar í hesum sambandi. Har hevur inntøkan frá eyka skattinum á aling verið nógv minni enn væntað. Í 2023 varð inntøkan mett til umleið 5 milliardir norskar krónur, meðan nettoinntøkan gjørdist 876 milliónir. Í 2024 var hon undir 467 milliónir.
Ein av avbjóðingunum er, at stór alifeløg ofta eru vertikalt integrerað. Aling, smolt, tøka, virking, flutningur og søla kunnu vera í sama samtaki. Tá hevur tað stóran týdning, hvar í virðisketuni yvirskotið verður staðfest og hvørjir prísir verða nýttir millum ymisku liðini. Norski fíggjarmálaráðharrin hevur eisini víst á, at fleiri stór integrerað alifeløg ikki hava uppgivið positiva tilfeingisrentu til skatt, og at hetta reisir spurningar um m.a. prísir í handli millum feløg í sama samtaki.
Hetta vísir aftur grundleggjandi munin: skattur av staðfestum yvirskoti er ikki tað sama sum gjald fyri virðið á sjálvum rættinum til eitt avmarkað aliøki.
Hvat er so rættvísa gjaldið fyri tilfeingisrættindi?
Hetta er ikki spurningurin, sum vit seta, men hetta er spurningurin hjá Fróða Magnussen. Til tess mugu vit svara, at tað ber ikki til at finna nakað ”rættvíst” gjald fyri tilfeingisrættindi, tí hetta er ikki eitt moralsk mál. Ongin løn er rættvís, og ongin prísur er rættvísur. Talan er um búskaparlig virði, og tey hava onki annað heilt vist enn marknaðarligan prís. Hvørt hann er rættvísur ella ikki, kunnu so ymsar meiningar vera um, men at hann er tann givni marknaðarprísurin, er so ongin ivi um.
Tað hevur eisini týdning fyri meira enn inntøkurnar hjá landskassanum. Um rættindi við stórum búskaparligum virði verða latin fyri minni enn tað, sum marknaðurin hevði goldið fyri tey, fellur munurin teimum í lut, sum fáa rættindini. Tað ávirkar býtið av virðum í samfelagnum og kann eisini ávirka kappingina uttan fyri fiskivinnuna og alivinnuna. Kapitalur, sum verður bygdur upp við støði í eksklusivum tilfeingisrættindum, kann brúkast til at keypa aðrar fyritøkur, fastogn og gera íløgur aðrastaðni í føroyska búskapinum.
Hetta er ikki ein kritikkur av reiðarum ella alarum. Tað er einki galið í, at fólk tjena nógvar pengar, tí tey eru dugnalig, gera góðar íløgur, taka váða og reka eina fyritøku væl. Tað virðið hava tey sjálvi verið við til at skapa. Men tað eigur at skiljast frá virðinum av sjálvum rættinum til okkara felags tilfeingi.
Tú kanst lata tilfeingisrættindi upp á nógvar mátar, men hin búskaparliga besti mátin er at veita øllum borgarum rættin at kappast um rættin at sleppa framat í fiskivinnuni. Og tá er uppboðssølan av rættindum besti mátin. Fram kemur tá ein marknaðarprísur í javnari kapping, har ongum verður forða, og har ongin hevur fyrimun fram um onnur.
Tá fáa vit í hvussu er rætta marknaðarprísin.
Keldur: Roknað er her við 30 túsund í arbeiðsfjøldini (sambært Hagstovu Føroya).
Tølini um tilfeingisvirði eru frá greinini https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/haldfoeristrupulleiki-og-gjoeld-fyri-at-nyta-natturutilfeingi
Um eyka skatt í Noregi: Stortinget (2026): Skriftlig spørsmål fra Geir Jørgensen (R) til finansminister Jens Stoltenberg, Dokument nr. 15:1121 (2025–2026), svar 16. januar 2026.